Venjarin hjá KÍF-kvinnum í flogbólti heldur, at tørnið nú er komið til, at KÍF eigur at vinna FM.
Liðið var í báðum finalunum í fjør, men hóast kollafjarðarkvinnur taptu, sær hann møguleikar, hóast Fleyr eftir hansara tykki er stórfavorittur í ár.
– Okkara leikarar eru svangir eftir at vinna eina so stóra kapping. Tað hava tær ongantíð gjørt áður, heldur ikki í fjør, tá vit vóru í báðum finalunum. So hóast Fleyr eftir mínum tykki er stórfavorittur, fara vit á vøllin fyri at vinna, sigur Ragnar í Haraldsstovu.
- Styrkin hjá okkum er, at vit hava ein javnt góðan og breiðan hóp. Vit hava nógvar spælarar, sum kunnu taka ábyrgd, og tað gera teir eisini, tá á stendur. Tað hava vit sæð gjøgnum kappingarárið. Nú er bara finalan eftir, og eg unni veruliga mínum spælarum at vinna landskappingina. Tær hava tað uppiborið, tí tær hava arbeitt ógvuliga málrættað, sigur hann.
Fyrra finalan millum KÍF og Fleyr verður spæld hóskvøldið kl. 18.00, og tann seinna verður spæld leygardagin kl. 13.00. Finalurnar verða í Høllini á Hálsi í Havn.