Manshondbóltur
Fyrru hálvu av kappingarárinum valdaði lítil ivi um, at StÍF mundi vera sterkasta liðið í kappingini. Tó at teir ikki fingu skrætt seg leysar á stigatalvuni, so vóru teir uttan iva liðið, sum hevði sýnt vakrasta hondbóltsspælið, og flestu øll vóru á einum máli um, at hetta var komandi meistaraliðið.
Tóktist avgjørt
Síðani jólasteðgin er tó vend komin í. Fýra vikur uttan landskappingardyst tykjast av álvara at hava sett merki í StÍF-liðið, sum als ikki hevur fingið sama glið á spælið í endaspælinum.
Eitt nú gekk tað meira enn striltið at fáa stigini til høldar, tá teir í miðvikuni høvdu vitjan av H71, og sunnudagin var um at ganga heilt galið, tá teir vitjaði KÍF í Hoyvíkarhøllini.
Og í veruleikanum kunnu kollfirðingarnir bert takka sær sjálvum fyri, at talan ikki gjørdist um sigur sunnudagin. Eftir ein javnan dyst, har Damir Oros alla tíðina helt KÍf inni í dystinum, høvdu teir seinasta korterið ella so meira ella minni togað seg leysar av mótstøðuni. Somikið væl tóktist standa til, at tað mest sum ikki tóktist bila, tá Damir í púrasta fríari skotstøðu mátti lata sær lynda ein stórbjarging frá Marian Cirloganescu, tá munurin annars kundi verið øktur í fýra mál.
Strandingar minkaðu um munin, men tá Petur Martin so sendi bóltin í netið til 27-24, mundi alt tó vera avgjørt.
Mistu alt
Tað var tað tó ikki. Kollfirðingar hava fleiri ferðir áður víst, at teir hava sera ilt við at standa ímóti sálarliga trýstinu, tá teir eru á odda fram ímóti dystarenda, og sunnudagin góvu teir so aftur eitt skúladømi uppá, hvussu tú ikki skalt gera.
Gaman í skulu strandingarnir hava rós fyri at satsa alt í seinatu royndunum. Teir fóru langt út á vøllin at stressa KÍF, men tað er merksivert, at kollfirðingar ikki funnu nakað mótvápn ímóti hesum. Nakað somikið einfalt sum at flyta nakrar mans niðan at standa, fyri á tann hátt at tvinga strandingarnar aftur, rann teimum ikki til hugs, og tvey strandamál syrgdu fyri, at bert eitt mál var á muni undan seinasta knappa minuttinum.
Við einum longum álopi hevði tó borið til hjá kollfirðingum at vissa sær sigurin, men heldur ikki hetta bar til. Snildisliga góvu strandingar teimum opnan møguleika at skora, og tá hetta kiksaði, fall revsingin. Mótálop og mál, soleiðis at StÍF hóast alt fekk annað stigið.
Mugu ígongd
Við einsamalla stiginum syrgdu strandingarnir hóast alt fyri, at VÍF enn ikki púrasta leyst á stigatalvuni. Tvey stig eru á muni millum partarnar, men tá StÍF eigur dyst tilgóðar, er at kalla stantum í so máta.
Tað er tó einki dulsmál, at skal StÍF aftur fram í oddin, so er neyðugt við heilt øðrum spæli, nú dystirnir móti hinum oddaliðunum standa fyri framman. Ein dystur móti Tjaldri stendur á skránni, áðrenn Neistin og VÍF standa fyri tørni í tveimum dystum, sum kunnu vísa seg sum sera avgerandi. Enn er sum sagt ikki seint at finna gullspælið fram, men fyrst og fremst mugu strandingarnir ásanna, at tíðin ikki loyvir fleiri missum av slíkum slag, sum teir vóru fyri sunnudagin.
Hjá KÍF ber hinvegin enn einaferð til at staðfesta, at leikararnri hava ilt við at vera nóg kaldir, tá á stendur. Eitt hugtak í ítróttini er »tora at vinna«, og tað er fyrst og fremst hetta, sum kollfirðingar mugu læra seg. Í fleiri dystum hava teir havt mest sum allar fyrimunir undan seinastu minuttunum, men áhaldandi mistøk hava tó kosta teimum dýrabar stig, soleiðis at liðið enn ikki er vorðin partur av heiðursmerkjastriðnum, soleiðis sum teir annars fleiri ferðir hava hótt við.
Dysturin í tølum KÍF-StÍF 27-27 (13-13)
Málskjúttar:
KÍF: Damir Oros 12(3), Petur Martin Poulsen 4, Mirko Milenkvic 4, Vagnur Johannesen 3, Regin Petersen 3, Rógvi Weihe 1
StÍF: Artur Johansen 5, Costin Dumitrescu 4(2), Sveinur Justinussen 4, Kristjan Petursson 4, Jón Rasmussen 3, Pauli Hansen 3, Alexandur Johansen 2, André F. Danielsen 2
Brotskøst: KÍF 3, StÍF 4
Útvísingar: KÍF 6, StÍF 3
Dómarar úr Kyndli: Eyðun Samuelsen & Hannis Wardum