Manshondbóltur
Hoyvíkingar tóku í gjárkvøldið ímóti KÍF í fjórðingsfinaluni í Coca Cola-kappingini. Í landskappingini liggja hesi bæði liðini jøvn á aftasta plássi, og tí var lagt upp til ein spennandi dyst í Hoyvíkshøllini ímillum tey bæði liðini, sum í gjøgnum fleiri ár høvdu heimavøll saman í Hoyvíkshøllini.
Kollfirðingar løgdu betur fyri, og komu fram um við trimum málum beinanvegin, men ikki gekk long tíð, so stóð aftur á jøvnum. Síðani fylgdust liðini væl at restina av fyrra hálvleiki. Onkuntíð var H71 á odda, og onkuntíð var KÍF á odda, og tí var helst eisini í lagi, at tað stóð á jøvnum, tá liðini fóru til hálvleiks. Tá var støðna 16-16.
Hoyvíkingar runnu KÍF um koll
Hevði fyrri hálvleikur verið javnur, so kundi man ikki siga júst hetta um seinna hálvleik. H71 kom út til dystin sum eitt ódnarveður, og ikki gekk long tíð, so høvdu teir lagt seg á odda. Fyrsta partin av seinna hálvleiki øktu teir bara meir og meir um munin, og kollfirðingar sóu út til at hava bestan hugin at geva upp. Hvørja ferð KÍF brendi, so megnaðu hoyvíkingar at straffa teir í hinum endanum við skjótum og góðum mótálopum, og tá eitt korter var leikt av seinna hálvleiki førdi H71 við heili 6 málum. Hesa løtuna hevði H71 eisini eina sera sterka verja, samstundis sum Levi Nybo stóð ein góðan dyst í málinum.
KÍF-viljin kom til sjóndar
Seiansta korterið megnaði KÍF tó at koppa øllum. Teir fluttu Damir Oros longur fram í verjuni, og hetta tóktist órógva H71. Við fýra málum á rað tódnaði munurin av álvara, men hoyvíkingar góvust tó ikki, og bara fimm minuttir fyri leiklok stóð 30-26 á talvuni.
So hevði KÍF tó fingið nokk. Síðstu fimm minuttirnar hildu teir H71 frá at skora mál, og í hinum endanum megnaðu kollfirðingarnir at skjóta fimm mál, og sostatt var frøin stór á gestunum, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, og talvan vísti 30-31 til KÍF.
Seinasta korterið av dystinum vísti KÍF tann rætta viljan, sum mangar ferðir áður hevur ført til góð úrslit, men sjálvt um KÍF vann dystin, so munnu hoyvíkingar helst føla, at sigurin bleiv tikin teimum av hendi. Teir førdu trygt, og spældu væl betri enn KÍF fyrsta partin av seinna hálvleiki. Men tað verður KÍF, sum skal spæla hálvfinalur eftir ársskiftið.
Fakta
H71-KÍF 30-31 (16-16)
Málskjúttar:
H71: Niels Viggo Niclassen 8, Esbern Patursson 6 (2), Poul K. Dam 4, Johnny Durhuus 4, Janus Sørensen 4, Tróndur Vatnhamar 2, Halgir Dahl Olesen 2
KÍF: Damir Oros 11 (1), Daniel Rapa 8 (2), Gert Hansen 4, Mirko Milenkovic 4, Rógvi Weyhe 2, Niklas Reginsson 1, Teitur Joensen 1
Brotskøst: H71 2, KÍF 3
Útvísingar: H71 4, KÍF 0
Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen










