KÍ fær álopsspælara úr Jugoslavia

Men teir vilja síggja spælaran vísa, hvør dugur er í honum, áðrenn avgerð verður tikin, um Alexander Djordjevic skal hjálpa klaksvíkingum

 

Jóannes Hansen


Ein jugoslavi er á veg til Klaksvíkar. Heimasíðan hjá KÍ visti um vikuskiftið at siga, at hann skuldi koma henda vegin í hesi vikuni. Tá vit fregnaðust hjá KÍ formanninum, Svend Jacobsen, í gjár, var hann ikki komin, men tað var ikki óvist, at hann fór at koma seinni í vikuni. Sum øll hini liðini í bólkaspælinum, so skal KÍ spæla dyst skírisdag, páskaaftan og 2. páskadag. Tí verður ikki møguleiki at venja saman við nýggja manninum fyrrenn í komandi viku.

Maðurin eitur Alexander Djordjevic. Sambært KÍ heimasíðuna er hann 32 ára gamal og ein kendur álopsspælari í Jugoslavia. Hann hevur spælt 350 dystir á besta liðnum hjá Belgrads Partisans, og hetta síðsta kappingarárið hevur hann spælt í oddaliðnum í næstbestu deildini.

Sambært KÍ heimasíðuna var KÍ venjarin, Tomislav Sivic, sera bilsin, tá landsmaður hansara ringdi og fregnaðist, um nakar møguleiki var at koma til Klaksvíkar og spæla fótbólt. At Tomislav Sivic er spælari og venjari í Føroyum hevur ofta verið umrøtt í jugoslaviskum fjølmiðlum. Tað man vera soleiðis, at hesin Alexander hevur fingið at vita um Føroyar og KÍ.


Ikki góðar royndir

Viðhvørt hepnast tað væl, men ofta hevur tað ikki eydnast serliga væl, tá útlendskir spælarar eru komnir henda vegin. Hóast spælararnir hava havt gott hegni, so hevur tað oftast verið neyðugt við eini tillagingartíð hjá spælarunum til føroyskan fótbólt og føroysk viðurskifti.

Hetta vita eingir betur enn klaksvíkingar. Eitt orðatak sigur, at brent barn ræðist eld. Í fjør fekk KÍ ein álopsspælarra úr Jugoslavia. Srecko Milicevic var alt annað enn sannførandi. Undan summarfrtíðini spældi hann við í seks dystum. Bara eina ferð var hann við allar 90 minuttirnar, og hann skoraði bara tvey mál. Tað var ikki undur í, at Tomislav Sivic og KÍ leiðslan tóku avgerð um, at jugoslavin ikki skuldi koma aftur til Føroya eftir Europa Cup ferðina hjá KÍ í Jugoslavia.

Nú fáa KÍ og klaksvíkingar høvi at royna, um nýggi maðurin kann brúkast ella ikki.