KÍF hongur í

Alt bendir á, at talan verður um sera hart stríð fyri at sleppa undan niðurflyting í bestu mansdeildini í hondbólti.

KÍF er framvegis niðasta liðið, men aftur í dag vunnu teir sær stig.

H71 tóktist annars hava gjørt sítt, tá teir beint undan steðginum togaðu seg framum við trimum málum, og støðugt hildu fast um hendan munin eftir steðgin.

Seinastu fimm minuttirnar reistust kollfirðingar. Enntá somiki nógv, at teir eisini vóru á odda 27-26, men við seinasta málinum í dystinum vann H71 sær hóast alt eitt stig.

 

Dánjal Tórgarð skeyt 7 av málunum hjá H71. Andrias Nielsen og Gert Hansen skutu 5 mál hvør fyri KÍF.

 

H71-KÍF 27-27 (16-13)