KÍF hevur vunnið fyrsta gullmerki í søgu felagsins

Tað var greitt og uppiborið, tá KÍF vann sítt fyrsta gullmerki í søgu felagsins seinnapartin. Munurin var heili níggju mál, tá StÍF varð eyðmýkt í steypafinaluni.

 

Úrslitið var 35-26. Kollfirðingar fóru til stroks alt fyri eitt, og við tíðini øktist munurin bara. Tað var serliga fyrstu minuttirnar eftir steðgin, at KÍF rann undan mótstøðumonnunum. Spurningurin var tá bara, hvussu trivaligur sigurin fór at vera.

 

Andrias Nielsen var stóri spælarin seinnapartin. Hann var sera væl upplagdur í álopsspælinum, og tað var sjáldan, at hann misnýtti kjansirnar, hann fekk. Andrias skjeyt 11 mál í alt.

 

Gert Hansen, KÍF, vísir á, at kollfirðingar hava spælt nógvar finalur seinastu árini, at teir eru royndir í finaluhøpi nú.

 

- Vit duga at handfara hesar støðurnar nú. Fyrsta gullmerki er komið til høldar, og tað er sera umráðandi fyri felagið, at tað gerst sigursvant, sigur Gert Hansen.

 

Teitur Joensen heldur, at tað var klassamunur seinnapartin.

 

- Sigur úrslitið ikki alt?, spyr hann.

 

- Vit leggja bragdliga fyri í seinna hálvleiki. Vit tosaðu um at steðga Sveini Justinussen, og tað eydnaðist, sigur Teitur Joensen.

 

---------------------------------------------------------------------------------------------------

 

60 Dysturin er liðugur. KÍF hevur vunnið 35-26.

56 31-22 til KÍF. Nú bíða spentu kollfirðingarnir bara eftir síðsta bríkslinum, so fyrsta gullmerki í søguni hjá KÍF kann hátíðarhaldast!

52 28-20 til KÍF. Tað gongur strilti hjá StÍF at vinna seg inn aftur í dystin. KÍF hevur tamarhald á støðuni og hevur beina kós ímóti fyrsta gullmerkinum í søgu felagsins.

47 24-17 til KÍF. StÍF er so smátt við at ressast við aftur, men tað er helst ov seint. Munurin er sjey mál.

43 23-13 til KÍF. 10 mál eru á muni nú. Spurningurin tykist nú bara vera, hvussu sannførandi sigurin hjá KÍF verður.

40 - KÍF spælir so mikið væl, at eg kann ikki ímynda mær, at StÍF hevur nakran møguleika at vinna hesa steypafinaluna, sigur Jan Ottesen, viðmerkjari. Alexandur Johansen, venjari hjá StÍF, tók time-out nú.

39 20-12 til KÍF. Spenningurin er fyribils horvin. Kollfirðingar renna strandingar um koll nú. - Hetta tykist vera farið hjá StÍF, sigur Finnur Hansson, viðmerkjari.

34 17-11 til KÍF. Kollfirðingar eru á sigurskós. Teir hava lagt bragdliga fyri í seinna umfarinum, og strandingar klára als ikki at standa teimum kurl júst nú.

32 16-11 til KÍF. Andrias Nielsen er í serflokki. Hann hevur skotið tvey mál beinanvegin í seinna hálvleiki. - Um StÍF ikki mansverjir hann nú, so heldur hann bara fram, sigur Finnur Hansson, viðmerkjari.

31 Seinni hálvleikur er byrjaður.

 

30 14-11 til KÍF. Hálvleikur. - Hetta kann broytast sera skjótt. Eg vil enn ikki siga, at kollfirðingar vinna hendan dystin, sigur Finnur Hansson, viðmerkjari.

27 12-9 til KÍF. Tað er Sveini Justinussen at takka, at KÍF enn ikki er á odda við meira enn trimum málum. Hann fær mál hvørjaferð, hann roynir seg. KÍF er omaná.

24 11-7 til KÍF. Andrias Nielsen er stórspælandi. Hann hevur skotið fimm av málunum hjá KÍF.

23 10-6 til KÍF. - Verjuspælið hevur verið sera gott higartil hjá báðum liðum, sigur Finnur Hansson, viðmerkjari.

19 8-6 til KÍF. Tað eru Andrias Nielsen, KÍF, og Sveinur Justinussen, StÍF, sum ganga undan í álopsspælinum hjá sínum liði.

18 7-5 til KÍF. Alexandur Johansen, venjari hjá StÍF, hevur tikið time-out. - Dysturin er sera javnur. Málverjin hjá KÍF, Óla Kristian Djurhuus, hevur staðið sera væl, og tað er størsta orsøkin til, at kollfirðingar eru á odda við tveimum málum nú, sigur Jan Ottesen, viðmerkjari.

16 7-5 til KÍF. Tað er við rúkandi ferð, at kollfirðingar fara í álop.

15 6-4 til KÍF. Kollfirðingar hava verið omaná fyrstu løtuna.

12 5-3 til KÍF. Tony Weihe hevur økt um munin. Kollfirðingar hava gott hugflog í álopsspælinum. StÍF hevur framt nógv teknisk mistøk fyrstu løtuna.

10 4-3 til KÍF. Leikferðin er høg í høllini á Hálsi nú. Sveinur Justinussen verður ikki mansvardur, sum nøkur væntaðu fyri dystin. Hann hevur skotið tvey av málunum hjá strandingum.

8 3-1 til KÍF. Kollfirðingar eru komnir best frá byrjan. Óla Kristian Djurhuus, sum verjir málið hjá KÍF, hevur havt tvær stórbjargingar.

7 3-1 til KÍF. Andrias Nielsen tykist vera væl upplagdur. Tvær ferðir upp í slag hevur hann verið sera tryggur, tá hann er komin í skotstøðu.

5 1-1. So komu kollfirðingar á máltalvuna. Niklas Selvig skoraði.

3 1-0 til StÍF. Sveinur Justinussen er fyrsti málskjúttin í steypafinaluni.

1 Dysturin er byrjaður. Høllin á Hálsi er stúgvandi full av fólki, og hýrurin á áskoðaraplássunum er frámúr.

 

---------------------------------------------------------------------------------------------------

 

Undan dystinum:

 

Kollfirðingar kunnu seinnapartin vinna sítt fyrsta gullmerki í hondbólti. Og tað er nógv, sum bendir á, at tað verður støðan. KÍF er favorittur í steypafinaluni í dag.

 

Teir høvdu møguleikan í fjør, tá H71 heldur óvæntað vann á teimum í finalunum um føroyameistaraheitið.

 

Sagt verður um StÍF, at tað er steypaliðið fram um hini. Men strandingar hava ikki spælt eina finalu síðan 2008. Tað eru tískil tvey feløg, sum ikki hava verið á føroysku hondbóltstrónuni seinastu árini, sum nú stríðast um gullið.

 

Jan Ottesen, viðmerkjari, væntar sær eina sera javna steypafinalu. KÍF er oddalið í landskappingini, men kollfirðingar hava havt torført við at knógva StÍF í hesum kappingarárinum. Liðini hava vunnið hvør sín innanhýsis dyst.

 

- Kollfirðingar skulu hava skjótálopini at rigga. Fáa teir Hans Eli Sigurbjørnsson og Niklas Selvig at mynda skjótálopini, so verður torført hjá StÍF at steðga teimum. Ási Dam er lykilin til skjóta og góða spælið hjá kollfirðingum.

 

- Levi Nybo, StÍF, er óiva besti málverjin í føroysku kappingini. Megnar hann at taka broddin av skjótálopunum hjá KÍF, so verður StÍF ikki langt frá steypasigrinum, heldur hann.

 

Liðini:

 

KÍF: Eli Dam, Óla Kristian Djurhuus, Jaspur Joensen, Andrias Nielsen, Poul Finnur Egholm, Regin Petersen, Gert Hansen, Pætur Johannesen, Damir Oros, Teitur Joensen, Tony Weihe, Nicklas Selvig, Rógvi Weyhe, Rúni Joensen, Ási Dam, Hans Eli Sigurbjørnsson og Daniel F. Skipper.

 

StÍF: Eli Gærdum, Eyðfinn Poulsen, Levi Nybo, Steinar Prestá, Sveinur Justinussen, Teitur Nilssen, Jón Rasmussen, Pætur Joensen, Allan Norðberg, Fríði R. Djurhuus, Anfinnur Joensen, Jákup Berthelsen, Marius Joensen, Jørmund Joensen, Jógvan G. Joensen og Borgar Danielsen,