KÍF gjørdi tað aftur

Hondbóltur: Alt gekk upp á stás hjá kollfirðingum, tá teir fyri triðju ferð í hesum kappingarárinum sýttu hoyvíkingum sigurin

KÍF-H71 35-21 (15-10)


Hóast KÍF hevur havt eitt sera gott tak á H71 í hesum kappingarárinum, so vóru vónirnar hjá kollfirðingum undan dystinum sunnudagin ikki alt ov góðar. Tríggir av stuðlunum á liðnum ? Allan Mørkøre, Rói Árting og Súni Fríði Johannesen ? vóru ikki við, tí teir allir eru sáttmálabundnir at fótbóltsfelagnum HB. Hinvegin var støðan tann sama hjá hoyvíkingum, har Hallur Danielsen og málverjin John Heri Dam ikki vóru við. Sostatt manglaði eitt hálvt HB-lið á vøllinum í Vestmanna sunnudagin!

Tað skuldi tó ikki vísa seg at vera tann stóri saknurin í teimum trimum HB-arunum hjá KÍF henda dagin. Kollfirðingar vunnu dystin so mikið sum 35-21, og tað má sigast at vera eitt tað mest óvæntaða úrslitið í kappingini higartil.

Nú bleiv KÍF-sigurin eisini »óneyðuga« stórur móti endanum, tá H71 bæði satsaði og misti hugin. Men tað var ikki fremsta orsøkin til úrslitið.

Tað sást beinanvegin, at KÍF ikki ætlaði at lata sterkasta álopsvápnið hjá H71, Hans Guðmundsson, sleppa framat. Hann varð mansvardur frá byrjan til enda, og hetta vísti seg eisini at vera ov stórur missur hjá hoyvíkingum, sum nokkso óvæntað ikki høvdu nakað veruligt móttrekk móti mansverjuni av spælandi venjaranum.

Hetta hevði sína ávirkan á úrslitið, og tá so KÍF-verjan og ikki minst málverjin Óla Kristian Djurhuus spældu sera væl, kundi tað ikki ganga nógv øðrvísi. Móti endanum, tá hoyvíkingar fóru at satsa eitt sindur meir og av tí sama blivu eitt sindur meira ósketnir, fangaði KÍF-verjan fleiri ferðir bóltarnar frá H71-álopinum og avgreiddu kontraálopini til UG. Tí bleiv munurin eisini so øgiliga stórur, sum dysturin nærkaðist endanum.


KÍF stýrdi

H71 kom á odda 1-0, men tað var einastu ferð í dystinum, at teir høvdu leiðsluna. Tað var ikki fyrr enn móti endanum av fyrra hálvleiki, at KÍF veruliga fór at draga frá. Frá støðuni 8-7 kom KÍF upp á 11-7 og vann hálvleikin 15-10.

Fyrstu tíggju minuttirnar av seinna hálvleiki helt hesin munurin sær, men so fóru hoyvíkingar at dragna, og frá 19-15 komu kollfirðingar upp á 24-15. Eitt korter eftir og níggju mál á muni. Hóast tað kann ganga skjótt báðar vegir í hondbólti, stóð skriftin á vegginum, og móti endanum rann KÍF fullkomiliga frá H71.


Munurin

í toppinum vaks

Sigurin bleiv uppá 35-21, og tað man vera langt síðani, at H71 hevur tapt so stórt, og hinvegin er tað heldur ikki hvønn dag, at KÍF skjýtur so nógv mál í sama dysti.

Í ár hevur tað verið Allan Mørkøre, sum hevur verið størsti málslúkur hjá KÍF, men sunnudagin skutu Eddi Joensen og Petur Martin Johansen ávikavist 11 og 9 mál (Petur Martin fýra á rað í seinna hálvleiki). Hjá H71 er tað vanliga Hans Guðmundsson, sum er raskastur at skjóta mál, men hann skeyt bert seks mál hesaferð ? fýra upp á brotskast og hini bæði eftir 3-meturs uppstilling. Hjá H71 bleiv Halgir Dal Olesen toppskorari hesaferð við 9 málum.

Fyri H71 kom tapið í Vestmanna sera illa við, ikki minst tí Kyndil samstundis vann í Runavík. Nú eru fýra stig upp til oddaliðið, og harafturat hótta bæði StÍF og VÍF við at yvirhála árstalsfelagið úr Hoyvíkini.

KÍF kom við sigrinum upp á átta stig, og nú skuldi teirra tilvera í 1. deild verið endaliga tryggjað, tí teir eru átta stig frá niðasta plássinum.