KÍF-Fleyr 0-3: avgerandi bóltarnir og samanumtøka

(Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá Fleyr-kvinnur vunnu tey trý settini í Kollafirði, og hoyr Magnus Tausen taka samanum

TRÝST á PÍLIN undir SAVNSMYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr Hilmar Jan Hansen siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum í dystinum í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti norður í Kollafirði millum KÍF og Fleyr. Fleyr vann við settmuninum 3-0. Settúrslitini vóru 25-18, 25-23 og 25-16.


2) Hoyr Magnus Tausen, sum var viðmerkjara til dystarfrásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen taka samanum avrikið hjá báðum liðunum.

 

Magnus Tausen heldur ikki, at ivi kann verða um, at Fleyr var tað betra liðið, men í øðrum setti vísti KÍF nógvar dygdir, og í øðrum setti vóru Fleyr-kvinnur trýstar.