Nú er hon endiliga komin, mundu flest allir kollfirðingar hugsa, tá høllin fyri fyrstu ferð hýsti eini kapping í vikuskiftinum. Ár eftir ár hava fólk í Kollafirði og fólk kring felagið tosað um, hvussu gott tað hevði verið við eini høll, men oftast hava hetta bert verið tankar og ikki ítøkiligar ætlanir. Tankarnir um høllina hava tó stundum verið uppi og vent í nevndararbeiðnum í Kollafirði, men oftast er hetta prát fánað burtur, og fólk hava sligið seg til tols við at skula koyra til aðra bygd at venja og spæla heimadystir.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Heimavøll langt frá heimbygdini
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
KÍF hevur tríggjar ítróttagreinar undir sínum felag. Hondbólt, flogbólt og kappróður. Kappróðurin er ikki nakar trupulleiki, tí í Kollafirði er ein góður fjørður, og umstøðurnar til kappróður eru fínar. Sjálvt um kappróðrarneystið kundi verið í betri standi, so halda kollfirðingar, at umstøðurnar sum heild hava verið í lagi, serliga við tí í huga, at ein ítróttarhøll hevur verið í gerð síðstu árini.
Verri hevur verið við hondbóltinum og flogbóltinum. Hondbólturin er gamal í garði í Kollafirði, og hevur henda ítróttargrein verið íðkað í meir enn eina hálva øld. Enn hava kollfirðingar ikki havt heimavøll í heimbygdini, og tí hava teir muga spælt heimadystir í aðrari bygd.
Tað byrjaði við, at kollfirðingar leiktu sínar heimadystir í høllini á Hálsi. Hetta er langt afturi í tíðini, og flest øll ung minnast hetta ikki. Eftir hetta gekk leiðin inn á Skála, har kollfirðingar leiktu í nógv ár. Carlo Poulsen, fyrrverandi hallarvørður í høllini á Skála, tók altíð væl ímóti kollfirðingum, og sjálvt um langt var at koyra mongu vetrarkvøldini, so var altíð hugaligt at koma inn á Skála.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Frá Skála til Vestmanna
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Frá Skála gekk leiðin til Vestmanna, har Finnbogi Joensen ráddi í høllini. Vestmenningar, við Finnboga á odda, tóku eisini altíð væl ímóti kollfirðingum, og hetta kom sjálvsagt væl við, tí tað var ikki altíð stuttligt at koyra eftir vestmannavegnum í heglingsæli og hørðum vindi. Vestmannavegurin steðgaði mongum manni eitt vetrarkvøld, men oftast stríddu kollfirðingarnir seg til Vestmanna, tí venja mátti man.
Endiliga kom so høllin í Hoyvík. Sjálvt um KÍF altíð hevði havt tað gott, bæði á Hálsi, á Skála og í Vestmanna, so var hoyvíkshøllin ein góð broyting hjá kollfirðingum, og hallarvørðurin, Alvin, var um leikarar, so teir við tað sama kendu seg sum heima. Bert 15 minuttir vóru til venjing, oh hetta var ein stór broyting. Vetrarkvøldini vóru ikki so strævin longur, nú koyrast kundi eftir kaldbaksvegnum. Kollfirðingar og hoyvíkingar høvdu tað gott saman í hoyvíkshøllini, og har var mong hørð lokaluppgerð kempað ímillum hesi bæði lið í høllini.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Keðiligar umstøður hjá flogbóltinum
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Men ikki bert hondbólturin hevði keðiligar umstøður. Flogbólturin í Kollafirði hevði tað so sanniliga eisini torført. Flogbóltur hevur verið spældur í Kollafirði í nógv ár, men miðskeiðis í áttatiárinum datt flogbólturin niðurfyri. Flogbólturin byrjaði aftur fyrst í nítiárunum við teimum yngru gentuliðunum, og síðani tá hevur gentuflogbólturin í Kollafirði verið góður, so góður, at júst hesar gentur nú manna tvey tey bestu liðini í Kollafirði.
Tað bleiv ein trupulleiki, tá tær fluttu upp í meistaradeildina, tí liðið hevði bert eina fimleikahøll at spæla í. Tær valdu tí, ikki at flyta upp, men ístðin at halda fram í 1. deild. Tá tær fyri aðru ferð fluttu upp í meistaradeildina var høllin í Hoyvík komin, og har blivu dystirnir hjá meistaradeildini spældir.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Endiliga kom høllin
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Eftir at KÍF var farið til Vestmanna at venja og spæla heimadystir, so var prátið ofta frammi, um KÍF ikki átti at gjørt eina høll í Kollafirði, og tað tyktist, sum fleiri og fleiri gjørdust samd um, at hetta var neyðugt.
Tá hallarprátið var upp á tað harðasta, bleiv atkvøðugreiðslu í Kollafirði um at leggja saman við Havnina. Ein av høvuðsorsøkunum til, at kollfirðingar valdu at leggja saman við Havnina var, at teimum varð lovað eina ítróttarhøll. Tað gekk rúm tíð, áðrenn byggingin av høllini byrjaði, og røddirnar í Kollafirði harnaðu við tíðini. Tað bøtti tó nakað um støðuna, at hoyvíkshøllin kom, og at kollfirðingar sluppu at venja og spæla í henni, eisini yngru deildirnar.
Men Havnin hevði ikki gloymt sítt lyfti um ítróttahøll í Kollafirði, tí nú stendur ein snotilig høll uppi í Kollafirði, og kollfirðingar kunnu fyri fyrstu ferð nakrantíð spæla sínar dystir á egnum heimavølli.
Vit vóru ein túr í Kollafirði leygardagin, har vit spurdu fólk, hvat tey hildu um høllina, og hvønn týdning høllin fór at hava fyri Kollafjørð.