KÍF-StÍF 27-27 (14-15)
Kollfirðingar tykjast spakuliga vera við at fóta sær eftir eina kappingarbyrjan, har mest sum einki bar til.
Í dag spældu teir móti StÍF, og her varð talan alla tíðina um sera javnan dyst.
Liðini fylgdust allan vegin, men móti dystarenda tóktist tað, sum skuldu vertirnir kanna sær stigini. Teir áttu brotskast í sínum seinasta álopi, men hetta megnaði Damir Oros ikki at senda í netið.
Damir Oros skoraði annars 10 mál, og var soleiðis enn einaferð stóri málslúkurin hjá KÍF. Fyri StÍF skoraði David Edvardsen 7 mál.









