Hondbóltur
Hondbóltskappingin í ár hevur síni heilt løgnu úrslit. Kanska hava mest merkisverdu av hesum verið millum oddaliðið, Kyndil, og botnlniðið, H71, sum fleiri ferðir hava givið øðrvísi úrslit, enn stigatalvan hevur talað fyri, men eisini onnur dømi hava verið um hetta.
Soleiðis mátti Neistin aftur leygardagin ásanna, at tað ikki bara er sum at siga tað, tá KÍF skal takast. At tosa um undirmeting og at menn taka ov lætt upp á uppgávuna tykist vera ov bílig umbering í slíkum førum. Tí í øllum førum áttu teir hjá Kyndli at verið uppsettir, tá teir móti H71 skuldu verja oddasessin, og somuleiðis átti Neistin at lagt alla orku í, nú teir høvdu møguleikan at vinan oddasessin frá Kyndli.
Stór ? men lítil - verja
Og fyrstu løtuna tóktist eisini ganga eftir vild hjá Neistanum. Teir fingu sær eina lítla leiðslu heilt skjótt í dystinum, men eftir tíggju minuttum var KÍF eisini komið á rætta lagið, og so fór at gerast trupult hjá Neistanum. Hóast verjan telir nakrar av størstu leikarunum í landinum, so megnaði hendan lítið at gera við kviku Regin Petersen og Teit Joensen, og tá verjan so valdi at fara eitt sindur út eftir teimum báðum, var lag á manni at spæla inn til Gert Joensen á strikuni.
Soleiðis vóru greið tekin í hálvleikinum, um at KÍF væl kundi skapa eina sensatión, og enn høvdu teir at kalla ikki nýtt vandamesta álopsvápnið. Damir Oros, sum kanska er besti skjúttin í landinum, hevði bara skotið fýra kassar fyri steðgin, men í seinna hálvleiki fekk hann av álvara ferð á.
Hóast Neistin og serliga Heini Joensen royndu at gera sítt móti eini KÍF-verju, sum heldur ikki var serliga væl skipað, so megnaði stóri ungverjin mest sum einsamallur at svara aftur, hvørja ferð Neistin hevði hug at toga, og tá Jota í bláa málinum heldur ikki megnaði at sýna sama stórspæl, sum hann eitt nú sýndi á Strondum fyri viku síðani, so tóktist uppgávan vónleys.
Eina løtu varð eisini roynt við mansverju móti Oros, men tá tók Regin Petersen aftur yvir, og so fór av álvara at líkjast einum sorli hjá heimaliðnum. Eitt skifti var munurin sjey mál, og tó at Neistin seinastu løtuna fekk pyntað nakað um, so kom veruligur spenningur ongantíð í.
Alt stendur opið
Og fyri FM-vónirnar hjá Neistanum var úrslitið hesaferð ein bakkalá?ari av teimum heilt stóru.
Enn er støðan tó soleiðis, at teir við fýra sigrum í seinastu fýra dystunum sjálvir gera av, hvussu endastøðan skal verða, men tá eru so ikki ráð til nøkur mistøk afturat. Tað høvdu teir kanska havt, hevði talan verið um ein tryggan sigur leygardagin, tí so hevði munurin niður til VÍF framvegis verið tvey stig.
Ístaðin er støðan nú tann, at VÍF við einum málmuni, sum kann vísa seg at verða heilt nógv verdur, er farið framvið Neistanum, og tí krevst eftir øllum at døma eisini ein sigur í Vestmanna, tá Neistin vitjar har.
Tað verður tó ikki hesin dysturin einsamallur, sum fer at avgera nakað. Bert trý stig eru nú á muni frá Kyndli á fyrsta- til StÍF á fjórða plássinum, og komandi tríggir dystirnir hjá Neistanum vera móti hinum trimum oddaliðunum, og so er spurningurin, hvussu tey úrslitini fara at laga seg.
Hjá KÍF hevði sigurin við sær, at teir aftur lyftu seg tvey stig burtur frá hoyvíkingunum. Nakað pláss upp millum heiðursmerkini verður talan so ikki um. Til tess hava úrslitini verið ov óstøðug gjøgnum árið, men aftur í ár hava kollfirðingarnir prógvað, at teir á einum góðum degi kunnu gera av við hvønn tað skal verða, og megna teir í framtíðini at stabilisera spælið nakað, so tykist tað ikki heilt óhugsandi, at teir kunnu fáa ein størri leiklut í føroyskum manshondbólti. Evnini hava teir í øllum førum, og ikki minst tykjast teir eisini at hava stóran part av tí heimliga buli, sum krevst, til tess at byggja nakað munagott upp.
Dysturin í tølum
Neistin-KÍF 32-36 (13-17)
Málskjúttar
Neistin: Heini Hanusarson 13, Blagoje Buha 7(1), Áki Mørk 6, Dragisa Stojovic 4, Birgir Kass 1, Helgi Michelsen 1
KÍF: Damir Oros 13(2), Regin Petersen 7, Gert Hansen 6, Teitur Joensen 6, Mirko Milinkovic 2, Hallur Hansen 2
Brotskøst: Neistin 1, KÍF 2
Útvísingar: Neistin 4, KÍF 4
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum










