KÍF er Føroyameistari á fyrsta sinni

KÍF vann 27-22 á H71 í høllini í Kollafirði, aftaná at hava verið aftanfyri 11-12 ímóti H71 í steðginum. Fyrsta FM-finalan í Hoyvík endaði við javnleiki 23-23.

 

Hetta er fyrstu ferð í søgu felagsins, at KÍF vinnur Føroyameistaraheitið.

 

Sportalurin ynskir KÍF tillukku. KÍF vann eisini steypakappingina fyrr í ár.