KÍF dragnaði í finalustríðnum

Undan kvøldsins dysti hevði KÍF sína finalulagnu í egnum hondum, men kollfirðingar tóku ikki av møguleikanum.

Ein dystur er spældur í FTZ-deildini í kvøld. Dysturin varð spældur í høllini í Skála, har StÍF tók ímóti KÍF.

 

Undan dystinum var KÍF tvey stig aftanfyri VÍF. Samstundis høvdu kollfirðingar spælt ein dyst færri enn vestmenningar, og tískil hevði KÍF møguleikan at koma ájavnt við VÍF í stigum, um dysturin í kvøld varð vunnin. Harafturat hava kollfirðingar framvegis dyst eftir at spæla ímóti VÍF, og sostatt hevði KÍF finalulagnu sína í egnum hondum undan kvøldsins dysti.

 

Tað var tó liðið, ið er nummar fimm og ikki hevur nakað stórvegis at spæla fyri, StÍF, ið streyk avstað við sigrinum í kvøld. Í fyrra hálvleiki var talan um javnan dyst, og fóru liðini til hálvleiks við støðuni 11-11. Í seinna hálvleiki var dysturin ikki minni javnur, men tá vóru tað tó strandingarnir, ið tepurt stóðu eftir sum sigursharrar. StÍF vann dystin 22-21.

 

Kvøldsins úrslit merkir, at stigatalvan í FTZ-deildini sær soleiðis út:

 

1. H71 - 37 stig

2. VÍF - 28 stig

3. KÍF - 26 stig

4. Kyndil - 25 stig

5. StÍF - 22 stig

6. Neistin - 14 stig 

7. Team Klaksvík - 0 stig

 

Øll liðini í deildini hava spælt 22 dystir undantikið Neistin og Team Klaksvík. Serliga er tað stríðið um seinna finaluplássið, sum ger landskappingina spennandi, og har má sigast, at VÍF stendur við teimum bestu kortunum á hondunum. Tvey umfør eru eftir av landskappingini.

 

Málskjúttarnir í dystinum á Skála í kvøld vóru hesir:

 

StÍF: Allan Norðberg 6, Borgar M. Persson 4, Sveinur Justinussen 3, Kjartan Johansen 2, Jógvan G. Joensen 2, Danny Brandt 2, Pætur G. Joensen 2 og Fríði R. Djurhuus 1.

 

KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 8, Fríði Weyhe 4, Rúni Joensen 3, Teitur Joensen 3, Ási Dam 2 og Tony Weyhe 1.