KÍF av botnsessinum

Alt árið hevur KÍF verið á niðasta plássinum í Atlantic Airways-deildini. Men tað er ikki longur galdandi.

Kollfirðingar vunnu nevnliga, tá teir í dag vitjaðu StÍF.

Fyri steðgin tóktist heimaliðið annars at hava tamarhald á dystinum, og hóast KÍF støðugt hótti gjøgnum seinna hálvleik, so svaraðu vertirnir alla tíðina aftur.

Tað gjørdu teir eisini til 24-23, tá sjey minuttir vóru eftir at spæla, men so stóð KÍF fyri restini. Teir vunnu seinastu minuttirnar 6-1, og so endaði tað við, at KÍF kom upp á sjeyg stig. Og tað er eitt meira enn VÍF, sum er nýtt botnlið í deildini.

 

Bestu málskjúttar hjá StÍF vóru Cristian Preda og Pauli G. Hansen, sum skutu 6 mál hvør. Ási Dam skeyt 9 av málunum hjá KÍF.

 

StÍF-KÍF 25-29 (14-10)