TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tann partin av sendingini SportBoxin á Rás2, har André Olsen, ítróttarskrivari hjá Miðlahúsinum metti um sjeynda umfar í effodeildini, sum sær soleiðis út:
Klokkan 15: HB-TB/FCS/Royn
Klokkan 16.30: EB/Streymur-B36
Klokkan 17: Víkingur-07 Vestur (Árni Gregersen sigur frá dystinum á Rás2)
Klokkan 17: NSÍ-Skála
Klokkan 18: KÍ-ÍF
André Olsen metir KÍ at verða tann størsta favorittin. Annars hevur André eina lítla favorittstøðu til fýra onnur lið til dystirnar í morgin.










