Fótbóltur
Tað er stórur fótbóltsspenningur í Sandoy, og tað eru góðar vónir um, at ungu og lítið imponeraðu menninir, sum manna B71, skulu halda fram við góðu gongdini, sum teir hava víst tær seinastu ferðirnar.
Felags fyri tvær tær seinastu ferðirnar er, at sandoyingar hava verið aftanfyri, og at teir so eru komnir aftur í aftur á heimavølli. Ímóti EB/Streymi megnaðu teir at venda 0-2 til 2-2, og í fyrradagin vendu teir 0-1 til 3-1 sigur á Skála. Tað boðar frá góðum morali.
Í annaðkvøld skal B71 spæla í Klaksvík. Talan er um yrkakvøld og so langa ferð, sum tað ber til hjá Formula liðnum hjá B71 at fara í ár. Men hetta heldur ikki B71 stuðlunum aftur. Tað verður skipað fyri bussferð av Gomlurætt og norður eftir klokkan 14.30.
Eftir strævnu uppgerðina sunnudagin var løtt venjing á skránni í gjárkvøldið. Sammett við sunnudagin verður álopsspælarin Símun Hansen við aftur ímóti KÍ. Leikbannið hjá honum var eisini hesa ferð ein leikdag. Rasmus Nielsen er framvegis knæskaddur, og Eirikur Poulsen, um ikki var við ímóti Skála, er framvegis burturstaddur.
Tað kom væl við hjá KÍ, at teir sunnudagin á útivølli fingu eitt stig burturúr ímóti framúr væl spælandi ÍF. Men tað er framvegis trýst á klaksvíkingum, sum illa kunnu liva við øðrum enn fullari úrtøku á heimavølli ímóti B71.
Í gjárkvøldið var løtt venjing á skránni. Harley Bertholdsen, sum orsaka av skaða ikki hevur verið við tær seinastu ferðirnar, er komin fyri seg aftur og verður í hópinum í annaðkvøld. Allir hinir spælararnir, sum vóru við í Fuglafirði, eru eisini tøkir. Jan Andreasen var skiftur inn eftir steðgin, og tað kann roknast við, at hann verður við frá fyrsta bríksli mikukvøldið.
Tá ið B71 í fjør í 3. umfari var í Klaksvík, var tað rættuliga undirhaldandi. Úrslitið var 3-3, og soleiðis var úrslitið eisini, tá ið KÍ í 10. umfari var á Sandi. Í 19. umfari vunnu klaksvíkingar 3-1 á heimavølli ímóti B71.