KÍ er í bestu útgávu

Teir, sum seinastu vikurnar hava verið ellivu teir fyrstu hjá KÍ, vera á vøllinum frá fyrsta bríksli

Klokkan 19 verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, har KÍ er á heimavølli, og har Dinamo Tblisi er gestur.

KÍ er í 4-4-2 útgávu, og Odmar Færø, sum varð borin av vøllinum leygardagin í Trongisvági, verður roknaður at vera nóg birgur at spæla.

Páll A. Klettskarð og Ole Erik Midtskogen eru í álopinum. Ivaleyst verður tað soleiðis, at teir báðir og eisini framrættaðu síðuspælararnir, Jóannes Bjartalíð og Patrik Johannesen, fara at arbeiða nógv í verjupartinum.

 

KÍ – Dinamo Tblisi kl. 19.00

Dómarabólkur úr Íslandi: Thorvaldur Árnason, Johann Gudmundsson,

Andri Vigfusson og Petur Gudmundsson

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck – Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen – Páll A. Klettskarð, Ole Erik Midtskogen

Á beinkinum: Lukasz Jarosiński, Dávid Langgaard, Ísak Simonsen, David Škrbec, Jonn Johannesen, Børge Petersen, Boris Došljak