KÍ er aftur á veg í Gundadal

Avgerandi dystur verður í kvinnukappingini, har fult umfar er í kvøld

Tað er stutt millum vitjanirnar hjá klaksvíkingum í Gundadali í hesum døgum. Leygarkvøldið fóru KÍ kvinnurnar úr høvuðsstaðnum við triðja steypinum, sum KÍ hevði vunnið í eina viku.

 

Longu í dag eru KÍ kvinnurnar aftur á veg í Gundadal. Hesa ferð eru ørindini at spæla landskappingardyst. Mótstøðuliðið í kvøld er B36. Árstalsfelagið hevur ikki møguleika at vinna FM, men eingin ivi er um, at talan verður um sera stóra avbjóðing hjá KÍ, sum kappast við EBS/Skála um meistaraheitið.

 

B36 er á triðja plássi við 24 stigum, og KÍ er næstfremst við 33 stigum. B36 hevur spælt fimtan dystir, og KÍ hevur spælt trettan dystir. Felags fyri bæði liðini er, at tað seinastu tíðina hevur hilnast sera væl hjá teimum.

B36 hevur vunnið fulla úrtøku fimm tær seinastu ferðirnar við samantalda málmuninum 18-2.

Síðani B36 25. mai vitjaði í Klaksvík hevur KÍ spælt fimm dystir. Tvær ferðir er tað endað 1-1 ímóti EBS/Skála, og hinar tríggjar dystirnar hevur KÍ vunnið við 19-1 í málmuni.

B36 og KÍ hava spælt tvær ferðir fyrr í ár í landskappingini. Í fyrra førinum vann KÍ 2-0 í Gundadali, og í seinna førinum fór B36 úr Klaksvík við 5-0 tapi.

 

Toppliðið EBS/Skála, sum hevur 36 stig fyri fimtan dystir, eigur í kvøld heimavøll +ímóti B68, sum framvegis ikki hevur vunnið. ÍF/Víkingur fær vitjan av HB. Hesi bæði liðini eru í tættari kapping um fjórða plássið.

 

ÍF/Víkingur-HB: Kristian Gunnar Joensen kl. 18.00

EBS/Skála-B68: Oda Andreasen kl. 18.30

B36-KÍ: Johan Petur Michelsen kl. 19.30