Juventus fær úr at gera í seinnu hálvfinaluni í Europa League, eftir at teir í kvøld taptu 2-1 á útivølli ímóti Benfica. Ezequiel Garay stútaði heimaliðið á odda tá ið bara tveir minuttir vóru leiktir, áðrenn Carlos Tevez javnaði fyri Juventus tá ið góðir 20 minuttir restaðu í. Stutt fyri leiklok gjørdist Lima sigursharrin hjá Benfica, tá ið hann við góðum skoti skeyt sigursgevandi 2-1-málið.
Sevilla stóð seg best í sponsku uppgerðini ímóti Valencia. Sevilla, sum spældi á heimavølli, avgjørdi dystin upp á stutta tíð í fyrra hálvleiki. Stéphane Mbia legði heimaliðið á odda í 33. minutti, og bara tríggjar minuttir seinni økti Carlos Bacca til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Greitt er tískil, at bæði Juventus og Valencia mugu til álops, tá ið tey hava heimavøll í seinnu hálvfinaluni um eina viku.
Benfica – Juventus 2-1 (1-0)
1-0: Ezequiel Garay, 2.
1-1: Carlos Tevez, 73.
2-1: Lima, 84.
Sevilla – Valencia 2-0 (2-0)
1-0: Stéphane Mbia, 33.
2-0: Carlos Bacca, 36.










