Tveir ungdómsspælarar hjá Juventus druknaðu fríggjadagin í einum sjógvi, sum liggur á venjingarøkinum hjá felagnum. Sambært felagnum skuldu teir báðir spælararnir eftir einum bólti, sum var endaður á sjónum, men teir duttu sjálvir út í, og báðir druknaðu í tí sera kalda vatninum. Dysturin hjá Juventus, sum skuldi spælast um vikuskiftið, var avlýstur orsaka av syrgiligu vanlukkuni.










