(Eftir Guðrun Jonsdóttir, praktikant):
Komandi fløga hansara 'Believe' er ikki í handlinum enn, men tá ið hann var á vitjan í sjónvarpssendingini hjá Ellen DeGeneres, avdúkaði hann kortini nakað stórt!
Er nakað betri stað at halda sín 18 ára føðingardag, enn hjá tí kendu, Ellen DeGeners? Tað var í øllum førum akkurát tað, sum Justin Bieber gjørdi! - sjálvandi ikki uttan at gerast bilsin av Ellen, sum hann er góður vinur við, men Ellen var ikki tann einasta sum gjørdi fólk ovfarin!
Tá ið Justin Bieber byrjaði at práta við hana, avdúkaði hann knappliga, at tann 26. mars kemur eitt nýtt staklag út. Lagið er av hansara komandi stakfløgu 'Believe' og tað eitur: 'Boyfriend'.
Hann greiddi millum annað frá, at hann sjálvur hevur skrivað sangin í samstarv við Mike Posner. Eisini greiddi hann frá, at hann rappar ígjøgnum ørindini, men meira enn tað, vildi hann ikki siga, so Ellen setti seg at gita, hvussu lagið ljóðaði.
Niðanfyri er ein leinkja til nýggjasta lagið: Boyfriend.