Tað var ein sannur skelkur fyri viðhaldsfólkini hjá Liverpool, tá Jurgen Klopp fyrrapartin í dag boðaði frá, at hann gevst í felagnum eftir hetta kappingarárið.
- Um tú brúka ein rasarabil sum dømi, so koyri eg enn við fullari ferð, men tað er bara eg, sum síggi, at tangin skjótt er tómur. Tí má eg taka ein steðg frá fótbólti í eitt ár, har eg hvørki fari at venja nakað lið ella landslið, fyri at fylla tangan aftur, sigur Jurgen Klopp í samrøðu við Liverpool FC TV.
Hann sigur víðari í samrøðuni, at hann kendi á seg fyrr í hesum kappingarárinum, at hann ikki hevði somu orku, tá ætlanirnar fyri komandi kappingarár skuldi leggjast. Tí boðaði hann leiðsluni í felagnum frá longu í novembur í fjør, at hann ikki fór at halda fram.
Jurgen Klopp legði afturat, at hann vónaði at viðhaldsfólkini vóru at skilja avgerðina hjá honum og at tey fóru at stuðla liðnum. Hansara seinasta ynski var, at tað fór at snúgva seg um liðið og ikki um Jurgen Klopp.
##med2##










