Jupiter í Noregi við sild

Jupiter hevur landað sild í Noregi og fer nú í dokk í Danmark Jupiter var í gjár í Måløy í Noregi við umleið 300 tonsum av sild, sum teir høvdu fingið íslendskum sjógvi nær við markið til Jan Mayen.

Sildin er heldur soltin um hesa tíðina, men støddin er hampiliga góð, umleið 350 gram í meðal, og prísurin er um 2,60 norskar krónur fyri kilo.

Jupiter fer nú í dokk hjá Karstensens Skibsværft í Skagen, har teir skulu gera onkur smáarbeiði. Tað fer ætlandi at taka nakrar dagar.

Kelda: Vinnan