Juni 2009: Vildi heldur hava klemm frá konuni

Eg vildi síggja konuna, áðrenn eg fór heim, og tað bjargaði mær, sigur Jákup Pauli Joensen, um avgerðina at fara við einum øðrum flogfari heldur enn AF 447. Tað var henda avgerð, ið bjargaði 34 ára gamla klaksvíkinginum frá at fara við flogfarinum, sum datt niður í Atlantshav

Mánadagin 1. juni vaknar 34 ára gamli Jákup Pauli Joensen á einum hotelli í Rio. Hann tendrar sjónvarpið, og nú sær hann, at eitt flogfar úr Brasiliu er dottið niður. Lítla løtu seinni fellir fimmoyrað. Hann kundi verið umborð.

Hann er júst komin í land av supplybátinum, Maersk Buolder, har hann hevur verið umborð í einar sjey vikur, og nú er hann á veg til Føroyar at endurnýggja síni pappír. Men áðrenn tað valdi hann at hava ein hugnaligan dag saman við konuni í Rio.

Á hotellinum hugsar hann um skiparan, Lars. Hann er dani, og skuldi heim sunnudagin.

- Fyrst hugsaði at, at tað var heppið, at eg ikki var við, og so hugsaði eg bara um Lars. Um hann var við har, men tað kom tíbetur rættiliga skjótt fram, at tað bara var ein dani við, og tað var ikki Lars, greiðir Jákup Pauli Joensen frá, sum nú er heima hjá foreldrunum í Klaksvík.

Men veruleikin er, at tá flogfari sendi seinastu signalini og helst bleiv spjatt yvir Atlantshav. Tá var Jákup Pauli Joensen á konsert. Ein konsert hann kundi fara til, av eini einstakari bjargandi løtu.

- Tað er eitt sindur betri at ganga á Copacabana enn at sita í einum flúgvara, sum dettur niður, heldur Jákup Pauli Joensen.


Bjargandi løtan

Men tað vóru fimm sekund, sum bjargaðu klaksvíkinginum í Rio, tí eitt lítið døgn áðrenn vanlukkuna gjørdi hann av at nýta ein dag saman við konuni, hóast hann hevði ov mikið at gera í Føroyum.

- Tað er nokk ein løta eg ongantíð fari at gloyma. Eg var á niður av brúnni og skiparin á veg upp. Nú segði skiparin, at hetta var seinasti møguleikin at broyta ferðaseðilin, og bað meg siga frá, um eg vildi heim sunnudag ella mánadag.

- Eg bíðaði eina løtu at svara. Kanska eini fimm sekund. So greiddi eg skiparanum frá, at eg heldur vildi heim mánadag, so eg kundi síggja konuna. Tað bjargaði mær, og eg dugi ikki at ímynda mær hitt valið, men soleiðis hevði verið, um eg ikki hevði konu har... So hevði verið liðugt, sigur ein týðiliga rørdur Jákup Pauli Joensen, sum útvarpið hjá Kringvarpinum var í samband við, so skjótt hann var lendur.


Torir at flúgva

Hóast hann kundi verið í vanlukkuliga flúgvaranum, AF 447, so torir Jákup Pauli framvegis væl at flúgva.

- Eg kann ikki tilláta mær annað við arbeiðinum eg havi, og tá eg fleyg úr Brasiliu mánadagin, tá sovnaði eg næstan beinanvegin, og vaknaði ikki fyrr enn vit fingu morgunmatin, greiðir Jákup Pauli frá.

Hann greiðir somuleiðis frá, at fólk vóru rólig alla tíðina á túrinum, hóast eitt sindur av ruðuleika var á flogvøllinum áðrenn fráferð. Men staðfestast kann, at Jákup Pauli svav søtan blund, meðan hann fleyg yvir vraklutunum á flúgvaranum, hann kundi verið við.




Flentu eftir føroyingunum

U21 landsliðið í fótbólti framdi veruligt bragd, tá ið teir vunnu á russiska landsliðnum. Fyri dystin vóru russar vísir í sigrinum ímóti føroysku spælarunum, og teir høvdu hug at gera gjøldur við føroyingum.

- Tá vit stóðu í gongini í B36-húsinum. Til reiðar at fara á vøllin, flentu teir forhánisliga eftir okkum, sigur Bill McLoud Jacobsen, sum er annar av føroysku venjarunum.





Ræða fólk av landinum

Politikararnir í Føroyum gera akkurát tað øvugta av tí, sum teir áttu at gjørt í eini kreppustøðu.

Tað heldur Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur og fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum.

- Ístaðin fyri at fráboða sparingar, áttu politikararnir at boða borgarunum frá, at teir skulu kenna seg tryggar, tí at landskassin er til reiðar at átaka sær so stóra skuld sum neyðugt fyri at halda arbeiðsloysinum niðri, sigur Hermann Oskarsson.



Todi leitar heim

Fremsti føroyski fótbóltsspælarin nakrantíð, Todi Jónsson, leitar nú heimaftur til barndómsfelagið at spæla. Todi hevur játtað at hjálpa KÍ, sum er í tungum sjógvi.

- Akkurát nú havi eg ikki so nógv at gera, so eg havi møguleikan til tað. Og so vil eg sjálvandi hjálpa KÍ, sum er mítt barndómsfelag, sigur Todi Jónsson.


Føroyskt vodka

Eitt nýtt slag av føroyskum brennivíni kemur nú á hillarnar í Rúsdrekkasøluni. Nýggja brennivínið hevur fingið heitið Eldvatn og er næsta produktið hjá Dism. Eldvatn er trífalt dropadrivið vodka framleitt úr føroyskum vatni.

- Í reinum vodka spælir vatnið ein sera týðandi leiklut. Og har mugu vit siga, at tað føroyska vatnið hevur spælt sín leiklut væl. Føroyska vatnið er gitið fyri at smakka væl og vera leskiligt, og hetta smakkar tú eisini ígjøgnum í Eldvatni, siga teir í Dismi.



Fótbóltur er eitt liðspæl. Ronaldo spælir fyri seg sjálvan. Tað hevur hann altíð gjørt, og tí er tað tíverri meiningsleyst at messa fyri Cristiano Ronaldo um hvat trældómur ella trúfesti í grundini merkir.

Agga Niclasen,

debatørur



Orðabókin gjørdi teg so viðgitnan, sum um tú vart rokkstjørna – øll í landinum kendu Jóhan Hendrik Winther Poulsen, og tað hevur eingin orðabókafrøðingur nakrastaðni í heiminum megnað hvørki fyrr ei heldur seinni.

Jonhard Mikkelsen,

útgevari