Juliannuboys út um landoddarnar at spæla

Føroyskur tónleikur og undirhald og danska tjóðarmáltíðin er á skránni í Føroyahúsinum í Keypmannahavn um um vikuskiftið. Talan er um royndar mans, sum fara at fylla Føroyahúsið við dansitónleiki.

Í Juliannuboys og Árna & Marnar eru sjálvsagt Marnar Andreasen á sangi og Árni Andreasen á sangi og gittara, men eisini Jóhan Petur Andreasen á harmoniku og á sangi, Arnbjørn Sivertsen á gittara og á sangi, Oskar Eiriksson á trummun og á sangi og Kolbein Simonsen á bassinum. Gissur Patursson fer at venda plátum.

 

Umframt dans og undirhald er eisini fernisering og matur á skránni. Tað er tey bæði Silja Strøm og Jákup Thomsen, sum sýna verk síni fram.

Fleiri upplýsingar um tiltakið eru á faroehouse.dk.

 

Kelda: FO Invasion