Juliannu Boys eru Árni og Marnar, teir eru kendir fyri sínar frálíka góðu sangir.
Teir hava givið fleiri fløgur út, undir egnum navnið og sum Black Birds. Tað er Strálan, ið skipar fyri tiltakinum og hetta verður gjørt fyri at savna pening inn til at byggja Neyst til bátarnar upp til komandi kappingarár. Felagið eigur tríggjar bátar Stráluna, Stjørnuna og Strípuna.