Julianna og Davis Didriksen silvurbrúdleyp

16. februar 2004 hava hjúnini Julianna og Davis Didriksen í Havn verið gift í 25 ár. Sama dag fyllir Julianna 75 ár. Dagurin 16. februar eitur Julianna.

Julianna er ættað av Strondum, foreldrini vóru Ragnhild, f. Johannesen, og Jógvan Johansen í Gørðum á Strondum.

Mamman doyði bert tíggju dagar eftir at Julianna varð fødd, og pápin sat einkjumaður við fimm døtrum, har tann elsta var 5 ár.

Julianna fór sum 14 ára gomul út at tæna. Hon giftist í 1948 við Kjartan Højgaard á Toftum, og búsettust tey har. Kjartan doyði í 1954, bert 29 ára gamal, tey fingu dóttrina Ásu í hjúnarlagnum.

Í 1954 kom Julianna til Havnar at búgva og fekk starv á reinsarínum Ruba, har hon arbeiddi í trý ár.

Í 1955 giftist hon við Ferdinand Andreasen, ættaður av Tvøroyri. Tey fingu seks synir: Kjartan, Jógvan Magnus (Eggaba), Marnar og Árni, sum eru tvíburar, Jóhan Petur og Dan Ingi.

Fleiri av dreingjunum er kendir innan tónleikalívið í Føroyum, sum t.d. við orkestrunum "Black Birds" og "Julianne-Boys".

Julianna hevði ymisk arbeiðspláss í býnum, í handlum, kioskum og pylsuvognum. Hon arbeiddi eini trý ár á Tórs Cafeteria og hevur eisini koyrt hýruvogn í Havn. Hon arbeiddi tilsamans 15 ár á Landssjúkrahúsinum, tíggju ár á A3, síðan á pleygudeildini og fleiri ár á goymsluni.

Julianna hevur eisini verið virkin innan ymiskar felagsskapir sum t.d. Javna og Blindafelagið, har hon hevur spælt fótbólt, runnið posarenning og skipað fyri bingospæli fyri at skaffa pengar til hesi feløg.

Davis er havnarmaður, foreldrini hjá honum vóru: Hanna, f. Jacobsen, ættað úr Søldarfirði, og Christian Didriksen úr Havn.

Hann fekk maskinútbúgving á Tórshavnar Skipasmiðju og arbeiddi har í nógv ár. Hann hevur eisini koyrt nógv hýruvogn í Havn og sigldi í mong ár við skipum hjá Ejler Jacobsen.

Davis eigur fimm børn, tey eru: Kristian, Anna, Sámal, Bergur og Leila.

Dagurin verður hildin í Pálsstovu í dag 14. februar.