Julian spælir upp á lænta tíð

Stríðsmaðurin úr Sogndal kennir seg at vera væl fyri, men hann hevur fingið at vita, at vandin er stórur fyri, at liðbondini í fótliðnum dragna uppaftur meiri

 

Landsdystur


Tað hevur ikki verið so nógv at hoyr til hansara síðstu tíðina, men undir venjinginii á Svangaskarði í fyrradagin og í gjár tóktist hann at vera væl fyri. Tað er Julian Johnsson, sum vit tosa um. Stríðsmaðurin, sum plagar at tuska og renna uppaftur meiri enn allir hinir á landsliðnum.

Í vár hevur hann havt trupulleikar við beininum. Hetta hevur havt við sær, at hann ikki hevur spælt í tippuliguni í meiri enn ein mánað. Men nú er hann tøkur aftur. Undan heimferðini til Føroya hevur hann spælt ein dyst á 2. liði hjá Sogndal, og hann sigur seg ikki kenna nakað til skaðan.

? Eg havi fingið at vita, at liðbondini í fótliðnum ikki hava tað heilt gott. Um hesin veikleikin skal hvørva, so skal eg binda frið í fleiri mánaðir, ella kanska verður tað neyðugt við skurðviðgerð. Tað ber væl til at venja, soleiðis sum støðan er, og tað havi eg valt at gera. Um skaðin versnar, og tað ikki fer at bera til at spæla, so má tað fáa tær avleiðingarnar, sum eru neyðugar, men fyribils spæli eg við fullari ferð, sigur Julian Johnsson.