Sogndal hevur framvegis møguleika at flyta upp í bestu norsku deildina. Men eftir tapið í Drammen sunnudagin er greitt, at teir fara ikki at megna fremsta ella næstfremsta plássið. Setningurin hjá teimum trimum føroyingunum og hinum í Sogndal er nú at halda tørn um triðja plássið. Tað vil við øðrum orðum siga, at kappingarárið hjá teimum verður eitt sindur longri, enn tað verður hjá teimum flestu í Noregi, tí Sogndal skal spæla tveir dystir um eitt pláss í bestu deildini.
Hans Fróði Hansen og Julian Johnsson vóru á vøllinum allar 90 minuttirnar, tá Sogndal tapti 4?1 á útivølli ímóti næstfremsta Strømgodset. Kurt Mørkøre var ímillum teir fyrstu ellivu, men hann varð í 71. minutti skiftur út við Kristian Ystaas.
Julian í essinum
Áskoðarafjøldin í Drammen var metstór. 4.274 vóru møtt upp. Heimaliðið var ágangandi, og tá fyrra umfarið var av, var støðan 3?0. Fyrsta málið kom eftir eitt korter, eftir at innlegg var komið úr vinstru. Næsta málið kom í 26. minutti, eftir at málverjin í fyrstu atløgu hevði hálvbjargað, og triðja málið kom í 38. minutti. Í Sogndal møguleika legði Julian Johnsson upp til Alexander Ødegaard. Málverjin bjargaði, og í skjótum álopi økti Strømgodset til 3?0.
Í 2. hálvleiki minkaði Julian Johnsson, sum norsku fjølmiðlarnir mettu at vera besta útispælaran hjá Sogndal, um málmunin. Annar hálvleikur var fýra minuttir gamal, tá Julian úr stuttari fjarstøðu hevði síðsta fótin á, eftir at Tommy Øren hevði lagt innfyri.
Tað gjørdist kortini ongantíð spennandi. Í 52. minutti staðfesti Strømgodset sigurin. Jostein Flo hevði høvdið á, eftir at innlegg var komið úr vinstru.
Sambært norsku pressuni hevði Julian einar tríggjar ferðir næstsíðsta fótin á, áðrenn aðrir Sogndal spælarar royndu seg ímóti málinum, uttan at hetta bar mál við sær.
Hans Fróði Hansen fekk gult kort, tá ein tími var farin. Sogndal hevði hornaspark, tá Hans Fróði fór um koll, tí hann varð skumpaður í ryggin. Dómarin vildi ikki bríksla fyri brotssparki. Í staðin vísti hann Hans Fróða ostaflísina, tí hann helt, at føroyski miðverjin hevði roynt at filmað seg til eitt brotsspark.
Kurt Mørkøre var um at gerast leysur í 62. minutti, men hann fekk ikki tamarhald á longu sendingini. Kurt Mørkøre hevur skorað nítjan mál, og nú dragnar upp til Jostein Flo, toppskjúttan, sum við stútaranum hesa ferð rakk 23 málum.
Jostein Flo er upprunaliga úr Sogndal. Undan vitjanini av barndómsfelagnjum rósti gamli landsliðsmaðurin Kurt fyri at vera sera málsøkin. Jostein Flo vísti á, at Kurt hevur skorað nítjan vanlig mál, meðan sjey av málunum, sum Flo sjálvur hevur skorað, eru sett í netið upp á brotsspark.