Julian skal venja Neista-kvinnur

Fyrsta uppgávan hjá nýggja venjaranum verður grannauppgerð móti barndómsfelagnum

 

 

Nú er greitt, hvør tekur við sum venjari hjá kvinnuliðnum hjá Neistanum, eftir at Kári Horn í farnu viku boðaði frá, at hann noyddist at gevast í starvinum.

 

Heimasíðan, hvannrok.fo, skrivar, at nýggi venjari eitur Julian Jónsson Johansen.

 

Julian er annars mest kendur sum spælari hjá Kyndli, men nú hann fer at venja Neista-kvinnurnar, verður hann ikki longur at síggja í grøna búnanum, skrivar hvannrok.fo.

 

Julian hevur í fleiri ár virkað sum ungdómsvenjari hjá Kyndli, og hann er eisini millum teirra, sum eru farin undir nýggju føroysku hondbóltsvenjaraútbúgvingina.

 

Og tað er ikki hissini uppgáva, sum stendur fyri framman hjá nýggja venjaranum. Sunnudagin skal Neistin nevnliga spæla grannauppgerð móti Kyndli, har Julian hevur havt sín hondbóltsuppvøkstur.