Tað hevur gingið væl hjá føroyska landsliðsspælaranum Julian Johnsson, síðani hann beint eftir nýggjár fór til Noregs at spæla við Kongsvinger IL, sum er í bestu norsku fótbóltsdeildini, Tippeligan.
Kongsvinger hevur í seinastuni spælt eina rúgvu av venjingardystum sum upphiting til landskappingina, sum byrjar vikuskiftið 14.-15. apríl.
Fyri tveimum vikum síðani spældi Kongsvinger móti svenska liðnum Degerfors, og her eydnaðist tað Julian at gera sítt fyrsta mál fyri nýggja felagið hjá sær.
? Tað kom eitt innlegg úr vinstru síðu, og eg leyp inn í trunkan og fekk fyrsta fótin á, greiðir Julian frá.
Hann byrjaði ikki inni í hesum dystinum, men varð settur inn á plássið høgrumegin á miðjuni, eitt sindur meira offensivt enn hann higartil hevur spælt í Kongsvinger.
Var best í rennitest
Í Føroyum er Julian Johnsson best kendur fyri sína orku og renning á vøllinum, og eisini á hesum øki ger hann vart við seg í Noregi. Herfyri hevði venjari eina sonevnda »rennitest«, har spælararnir upp á stutta tíð skulu renna forðarenning, rundan um keylur o.s.fr. Og her vísti tað seg, at Julian var skjótastur at gjøgnumføra teinin.
Kongsvinger endar sínar fyrireikingar til landskappingarbyrjanina við eini venjingarlegu í Onglandi um góða hálvuaðru viku.
Ætlanin er at fara til Onglands sunnudagin um níggju dagar og vera yviri í Bretlandi í fimm dagar. Felagið hevur roynt at fingið onkran venjingardyst móti onkrum 1. deildarliðið, eitt nú Nottingham Forest ella Manchester City, men tað er enn ikki greitt, hvørjum liðum Kongsvinger skal spæla ímóti á venjingarleguni. Tá hópurin so kemur heim aftur til Noregs, byrjar landskappingin fáar dagar seinni, so nógv verður gjørt burtur úr fyri at brynja seg sum frægast til landskappingina.
Kann samanberast
við Wimbledon
Julian Johnsson var ein av lyklaspælarunum á B36-liðnum, sum vann føroyameistaraheitið í 1997.
Hann varð kosin ársins leikari í fjør, og avrikini á vøllinum vaktu eisini áhugan hjá Kongsvinger, sum gjørdi ein trý ára sáttmála við miðvallaran.
Á B36-liðnum spældi Julian sum oftast frammarlaga á miðjuni og onkuntíð í álopinum, men í Kongsvinger hevur venjarin mest brúkt hann sum defensivan miðvallara.
Til stuttleikar kann nevnast, at í Noregi samanbera nógv Kongsvinger IL við enska liðið Wimbledon. So at siga hvørt ár verður KIL mett at flyta niður, men hvørt ár ger liðið spádómarnar til skammar. Í ár skal Kongsvinger vera við í Intertoto-kappingini.










