Áki og EHV Aue eru framvegis triðaftast

Tá gongur ikki eftir vild hjá EHV Aue fyri tíðina

Í dag spældi liðið hjá Áka Egilsnes í 2. bundesligu, EHV Aue dyst á heimavølli móti Dormagen, ið liggur næstaftast í deildini.

 

Tó vóru vónirnar góðar um, at EHV Aue kundi knógva ein sigur heim í dag, men tað miseydnaðist.

 

Dysturin endaði við einum skuffandi javnleiki, 28-28. EHV Aue var á odda 15-12 í steðginum, men tað gekk trekari við málskjótingini í seinna hálvleiki.

 

EHV Aue er triðaftast við níggju stigum. Tó eru bert trý stig upp til fjórðaftasta plássið, ið er bjargingin.

 

Áki verður mest brúktur í verjuspælinum, og hann kom ikki á máltalvuna í dag.

 

Tollaksmessudag spælir Aue á útivølli móti Emsdetten, ið hevur 14 stig. 

 

EHV Aue spælir aftur á heimavølli 27. desember móti Dessauer áðrenn kappingin fer í vetrarfrí til fyrst í februar.