Julian er komin í steypafinaluna

ÍA Akranes vann mikukvøldið sannførandi sigur í hálvfinaluni ímóti Akureyri og skal spæla finalu ímóti FH av Hafnafriði

ÍSLAND ÚTISETI

Síðsta umfarið í Landsbankadeildini, sum besta fótbóltsdeildin í Íslandi verður nevnd, er á skránni í vikuskiftinum. Tá skulu Julian Johnsson og liðfelagarnir verja næstfremsta plássið í Vestmannaoyggjunum.
Annað málið hjá ÍA, sum kom illa frá fyrstu umførunum í landskappingini, er at vinna silvurkrónur. Hitt málið er at vinna steypakappingina. Mikukvøldið tryggjaðu teir sær finalupláss. Finalan verður á Laugardalsvøllinum í Reykjavík annað vikuskifti. Tá skal ÍA spæla ímóti FH av Hafnafirði, sum næstsíðsta mikukvøld vann hálvfinalu á Laugardalsvøllinum 3?2. Mótstøðuliðið hjá FH var meistaraliðið úr KR.
Hálvfinalan hjá ÍA var á Laugardalsvøllinum ímóti KA av Akureryi. ÍA var leikliga omaná alla tíðina, men tað var ikki fyrrenn eftir steðgin, at teir fingu málini og vunnu 4?1.
Ferðin var stór, skotroyndirnar vóru nógvar, men neyvleikin var ikki altíð so stórur. Kári Steinn Reynisson skoraði tvey tey fyrstu ÍA málini. Tað fyrra stútaði hann longu í 46. minutti, og tað seinna skoraði hann við langskoti, tá ið seinna umfarið var sjey minuttir gamalt.
Tveir minutti seinni økti Garðar Gunnlaugsson til 3?0, og so var tað greitt, hvør skuldi halda fram í finaluni. Í 56. minutti misti KA Slobodan Milisic, sum dómarin metti hava taklað so ófantaligt, at tað átti at kosta reytt kort. Tríggjar minuttir seinni minkaði Elmar Dan Sigþórsson um munin, men KA kom ongantíð nærri. Teir royndu at trýsta, men tað var Garðar Gunnlagusson sum í síðstu løtu staðfesti trivaliga sigurin hjá teimum á Akranesi.
Tá ið ÍA fer á Laugardalsvøllin næsta vikuskifti verður tað átjanda ferðin, at teir skulu spæla finalu. Higartil hava teir vunnið steypakappingina átta ferðin. Síðsti sigurin var í 2000.
Julian Johnsson verður næsti føroyingurin, sum fer at umboða Akranes í steypafinaluni. Tann fyrsti var Uni Arge, sum var á ÍA liðnum, ið 24. september í 2000 vann finaluna ímóti ÍBV 2?1. Í 1999 vóru Jens Martin Knudsen og Uni Arge á liðnum hjá Leiftri, sum á Laugardalsvøllinum tapti steypafinaluna ímóti júst ÍA.