Nógvir Liverpool fjepparar ynska núverandi høvuðsvenjaran, Brendan Rodgers frá, og teir ynska, at dugnaligi týskarin, Jürgen Klopp gerst høvuðsvenjari hjá Liverpool ístaðin.
Tí ætla nógvir Liverpool fjepparar at mótmæla á ein øðrvísi, og rættiliga stuttligan hátt í annaðkvøld á Anfield, tá Liverpool í Liga Cup steypakappingini tekur ímóti Carlisle.
Liverpool fjeppararnir, sum vilja hava Brendan Rodgers frá, og Jürgen Klopp settan í starv ístaðin fyri hava á sosialu miðlunum heitt á fólk um at møta á Anfield leikvøllinum í annaðkvøld ílætin sum "Jürgen Klopp" í Liverpool litum.
Á myndini síggjast boðini á Twitter um hvussu Liverpool fjeppararnir skulu lata seg í, sum "Jürgen Klopp" í Liverpool litum í annaðkvøld á Anfield leikvøllinum.