Afturvenda ítróttargreinin á Oyggjaleikunum, Judo, hevur higartil á leikunum verið ein stórur heiðursmerkjaslúkari hjá føroyska ferðalagnum á Rodos. Enn eitt heiðursmerkið er fingið til hølvdar, - hesaferð eitt silvurheiðursmerki í liðkappingini.
Í finaluni møtti føroyska liðið vertunum av Rodos. Dysturin var sera javnur og serstakliga spennandi, men endaði hann við, at Rodos streyk avstað við gullinum. Úrslitið gjørdist 4-3.
Vegna skaða stillaði Christoffur Olsen ikki upp, og tískil var føroyska liðið aftanfyri 0-1 longu áðrenn liðdysturin byrjaði.
Alex Joensen, Búgvi Poulsen og Ragnar við Streym vunnu dystir sínar, men hetta var altso ikki nokk til at basa vertunum í finaluni.
Føroyska judolandsliðið kann tó fyribils vera erpið av, at liðið hevur tryggjað Føroyum heili níggju heiðursmerki. Nágreiniligari eitt gull-, tvey silvur- og seks bronsuheiðursmerki.










