JT electric selt trolkamera í 15 londum

- Virðisøking er eitt orð, sum er nógv at hoyra í Føroyum. Vit keypa eitt japanskt videokamera fyri umleið eitt túsund krónur, og vit selja tað aftur til Japans - framvegis sum eitt videokamera - fyri meiri enn 100.000 krónur. Tað er ein góð virðisøking.

Tað sigur stjórin hjá JT Electric á Kambsdali, Heðin Poulsen.

Higartil hevur JT Electric selt hesa loysnina til 15 ymisk lond. Í heyst varð fyri fyrstu ferð selt til Japan.

- Tá var eg eitt sindur skeptiskur. Eg hugsaði, at skulu vit selja til Japans, stinga teir bara av við hugskotinum. Tað var ein, sum er veitari av tøkni til fiskiskipaflotan, sum keypti fyrsta kameraið. Hann hevur so eisini keypt tað næsta - og tað triðja er á veg til Japans, sigur stjórin.

Heðin Poulsen vísir á, at tað áhugaverda við Japan er, at landið er rættiliga frammarlaga tøkniliga, og so kortini keypa teir trolkameraið hjá fyritøkuni á Kambsdali.

- Japanar keypa trolkameraið til sama endamál sum eitt nú føroysk skip, nevniliga til at økja um veiðina.

JT electric hevur annars trý sløg av keyparum til kameraið. Í fyrsta lagi er tað trolarar, í øðrum lagi trolvirki, og í triðja lagi er talan um rannsóknarstovnar sum keypa kamerað til ymiskt kanningararbeiði.

Rættiliga nógv trolkamera eru farin til Amerika, serliga til eystur-og vesturstrondina, og ikki minst eru fleiri seld í Kanada.

- Vit hava selt nógv mest til skip, sum fiska í Norðuratlantshavi, Kanada og USA, men hava eisini selt til eitt nú Turkalands og lond við Miðjarðarhavið, sigur Heðin Poulsen og vísir á, at í fjør vórðu seld líka nógvar eindir sum øll árini 2006-2011 tilsamans.