Hvønn leiklut skal almenna kringvarpið hava í dagsins samfelagið. Tað er ein spurningur, sum verður reistur í beinleiðis kjaki á Rás2 klokkan 16 í dag.
Tað er Óli Breckmann sum skipar fyri sendingini og við sær at kjakast um evni hevur hann Anfinn Vitalis Hansen, advokat, Árna Gregersen, tíðindamann og Bill Justinussen, løgtingsmann. Spurningar, teir fara at viðgera er, hvør leikluturin hjá Kringvarpsstýrinum er, og hvat Public Service hugtakið fevnir um. Spurt verður eisini, hvør uppgávan hjá fjølmiðlanevndini er, og hvar er markið ímillum journalistikk og karaktermorð?
Óli Breckmann staðfestir, at tali- og skrivifrælsi eru grundleggjandi fyri fólkastýri og tey, sum skulu vera við til at tryggja hesi rættindi eru frælsir fjølmiðlar
- Men próvtøku eru fjølmiðlafólk frítikin fyri. Tey sleppa undan fólksins dómi fjórða hvørt ár. Hann staðfestir, at Føroyar hava eina stak lagghalla pressu. Bert tvey bløð eru eftir av sjey, sum tey einaferð vóru. - Ístaðin hava vit fleiri netsíður, sum flyta tíðindi og útinna uppgávuna at vera á varðhaldi yvir samfelagnum.
Men Sum almennur public Service miðil hevur Kringvarpið ein serligan leiklut. Kringvarpið tekur 65 milliónir krónur frá fólki um árið – um neyðugt við hjálp frá løgregluni.
Men Óli Breckmann heldur, at eitt, hesin peningurin verður brúktur til, er miðvíst at spilla fólk út, teimum ikki dámar og har offurið ongan møguleika hevur at verja seg, sum hann tekur til
Eitt, hann uttan iva sipar til, eru sendingarnar um tollmálið hjá Jørgen Niclasen og hann spyr um leiklutirin er at upplýsa ella um Kringvarpið rennur ørindi fyri ávísar bólkar.
|