Tað eru ikki allir limir í Starvsmannafelagnum, sum fáa somu lønarhækking í semjuni, sum varð gjørd millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í gjár.
Tá sáttmálar verða gjørdir, er ikki óvanligt, at onkrir ávísir bólkar verða lyfti hægri upp, enn aðrir. Soleiðis er gjørt hesaferð.
Í semjuni stendur soleiðis:
»Galdandi frá 1. oktober 2019: Bachelorar ganga stigini: 17, 18, 19, 20, 21, 23, 25, 27
Flokkingin er ætlað útbúgvingar á støði við professionsbachelor, ið hoyra til sáttmálaøkið hjá Starvsmannafelagnum. Hetta eru t. d. journalistar, sosialráðgevarar, bókavørðar o. o., sum í dag eru flokkað sum professiónsbachelorar.
Skulu aðrar útbúgvingar á hesum útbúgvingarstøði verða umfataðar av hesi flokkin, skal tað avtalast sáttmálapartarnar ímillum«.
Sambært semjuni fáa limir í lønarbólkinum 1-21 lønarhækking upp 795 krónur afturat um mánaðin frá 1. oktober í fjør at rokna, meðan limir í lønarbólkinum 22-50 fáa 595 krónur.
1. oktober í ár hækkar lønin á øllum lønarstigum við 2,25 prosentum.