Josef Fritzl eigur øll børnini

DNA-kanningar hava staðfest, at Josef Fritzl er pápi at øllum børnunum hjá dóttir síni Elisabeth Tann 73 ára gamli eysturríkarin Josef Fritzl eigur 13 børn. Hann hevur sjey børn við konuni Rosemarie, teirra millum ta 42 ára gomlu Elisabeth, sum hevur sitið innistongd í kjallaranum heima hjá foreldrunum í 24 ár.

Hesi árini hevur Josef Fritzl fingið sjey børn við Elisabeth, og av teimum eru seks á lívi. DNA-kanningar hava staðfest, at hann er pápi at børnum hennara.

Franz Polzer, løgregluovasti, sigur Josef Fritzl vera ein mann við óvanliga stórari trongd til kynsliga samveru, men at tað kortini ikki kann vera orsøkin til tað, sum hann hevur gjørt.

-Vit vita ikki, hví hann gjørdi tað, og hann hevur heldur ikki sagt nakað, sum sigur hví, sigur løgregluovastin.