José Mourinho, venjari hjá AS Roma, skal sita uttanfyri 14 teir fyrstu dystirnar í komandi kappingarári. Í báðum førum er talan um revsing, fyri at hava funnist at døming og dómarum.
Fyrsta revsingin kom frá UEFA. Hon er í fýra dystir, fyri at hava funnist at enska dómaranum, Anthony Taylor. José Mourinho var í øðini um, at Anthony Taylor ikki bríkslaði fyri brotssparki í UEFA Europa League finaluni móti Sevilla.
Nú hevur hann eisini fingið eitt venjarabann í tíggju dystir í italsku Seria A. José Mourinho kallaði italska dómaran, Daniele Chiffi, fyri tann vánaligasta dómaran nakrantíð. Hetta eftir at AS Roma spældi javnleik móti Monza. 3. mei.
José Mourinho segði millum annað, at Daniele Chiffi ikki dugur at døma, samskifta ella hevur nakra innlivan. Hann legði eisini afturat, at hetta var eitt tekin um at AS Roma sum felag ikki er eins sterkt sum hini, tí tey kunnu peika á hvønn dómara tey ikki vilja hava.
Við hesum skal José Mourinho sita uttanfyri í fýra teir fyrstu dystirnar í Europa League, og tíggju teir fyrstu dystirnar í Seria A komandi kappingarár.