José Mourinho: Tottenham er ein revolvari uttan kúlur

Champions League: Venjarin hjá Tottenham rósar sínum spælarum, men ásannar avbjóðingar

Tottenham tapti í gjár 1-0 á heimavølli móti RB Leipzig í fyrru uppgerðini í 1/8-finaluni í Champions League. Hóast Tottenham er millum tey stóru í Premier League og var í finaluni í fjør, so heldur venjarin at gestirnir úr Týsklandi hevur fleiri spælarar at velja í millum.

Tottenham er í løtuni uttan Harry Kane og Son Heung-min, og hevur bara ein 18 ára gamla áleypara tøkan. Í gjár spældi Erik Lamela seinastu tjúgu minuttirnar, men hann hevur ikki vant í longri tíð.

- Hetta er sum at fara í kríggj við einum revolvara uttan kúlur. Erik Lamela hevur ikki verið á venjingarvøllinum, men kemur beint á vøllin, segði José Mourinho við BT Sport eftir dystin í gjár.

Hann vísti síðani á, at RB Leipzig kundi skifta út tvær ferðir á framrættaðu plássunum og spælararnir, sum komu inn, vóru minst líka góðir. Tann møguleikan hevur Tottenham ikki.

##med2##

- Eg eri ikki stúrin um úrslitið. 1-0 ber til at venda, men eg eri stúrin um at hetta eru einastu spælararnir eg havi komandi nógvu dystirnar. Vit skulu spæla aftur um tveir dagar og tú sært at mínir spælarar eru troyttir, sigur José Mourinho og vísur á Lucas Moura, Steven Bergwijn og Giovani Lo Celso.

Tottenham skal spæla aftur leygardagin á døgurða móti Chelsea. Tað er José Mourinho heldur ikki fegin um, tí Chelsea hevur ikki spælt síðani mánadagin og hevur tí longri hvílitíð.