Jórunn Gudmundsen er sett sum leiðari í Messuni

Felagið ”Messan”, sjóvinnusavn og mentanarhús í Vágum, søkti herfyri eftir leiðara at reka virksemi í nýggja sermerkta og stásiliga bygninginum, ið stendur við bátahylin í Sørvági.

Tíðindaskriv:

 

– Sjey umsóknir komu inn til leiðarastarvið, og í dag kann felagið boða frá, at Jórunn Gudmundsen úr Sandavági, er sett í starvið, stendur í tíðindaskrivi frá Messuni.

Jórunn Gudmundsen er 32 ára gomul og hevur eina akademiútbúgving í leiðslu frá Glasi og somuleiðis eina skrivstovuútbúgving innan almenna fyrisiting.

Hon hevur seinast starvast sum marknaðarráðgevi hjá Teima Ráðgeving og leiðari í Ungdómshúsinum í Sunda kommunu. Undan hesum hevur arbeitt sum móttøku- og skrivstovufólk í einum farloyvisstarvi í ALS, skrivstovufólk í Familjufyrisitingin í farloyvisstarvi, umframt at hava arbeitt sum marknaðarleiðari í RD Group í 2022-2024.

Jórunn er virkin ítróttarkvinna og hevur íðkað nærum allan ítrótt og súkklar við Team Rynkeby.

Hon er eisini kend sum tónleikari og hevur givið út fleiri stakløg.

Jórunn byrjar í starvinum sum leiðari fyri Messuna 1. apríl 2026.