Jonsvein yvirtekur frá Kjartan

Eftir 35 árum í vinnuni gevst ein av fremstu vinnulívsmonnum í landinum. Kjartan Joensen í Leirvík hevur selt sítt virksemi til Jonsvein Knudsen og aðrar. Kjartan Joensen leggur nú frá sær sum vinnulívsmaður. Jonsvein Knudsen hevur saman við Sjóborg, Marine Service og einum felagi hja Petur Mohr keypt øll partabrøvini í P/F Hvilvtenni.

- Vit síggja fleiri møguleikar við keypinum. Talan er um eitt flakavirki, eina egningarmiðstøð umframt og tríggjar bátar, sum tilsamans hava eini 30 starvsfólk, sigur Jonsvein Knudsen.

Hann sigur, at tað gekk rættiliga skjótt, tá keypið stóð teimum í boði, og hann ivaðist onga løtu í, at tað var rætt at keypa.

- Hetta gevur okkum nýggjar møguleikar, sigur Jonsvein Knudsen.

Sum tað er vanligt, vildi keyparin ikki upplýsa nakað um prísin.

Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá Kjartan Joensen.