##med2##
KÍ hevði tap í hendi móti NSÍ við Djúpumýrar í Klaksvík í dag, men í tíðini sum dómarin legði aftrat bjargaði Jonn Johannesen KÍ eitt stig við einum frálíkum stútara til endaliga úrslitið 1-1 aftaná eitt gott innlegg frá Jóannes Bjartalíð.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin hjá FM1, Tróndur Arge segði frá málinum hjá Jonn Johannesen.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jonn Johannesen tá dysturin var liðugur.
Jonn Johannesen segði, at hann fekk prógvað, at hann dugir væl at stúta bóltin í málið. Nakað sum hann áður hevur fingið atfinningar fyri ikki at duga, men nú fekk hann so dyggiliga mótprógvað hesum.
HER ber til at hoyra: 1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá málinum hjá Peturi Knudsen. 2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Petur Knudsen.