Jonhard Brøðraberg er ættaður av Eiði. Hann flutti til Havnar í 1962, tá hann fór í læru sum bilmekanikari á bilverkstaðnum hjá Sverra Djurhuus í Rættará. Meðan hann lærdi, hevði hann tveir hýruvognar koyrandi á bilstøðini Taxa 1313 í Niels Finsensgøtu. Hann arbeiddi eina tíð hjá Føroya Motor Co. í Hornabø. Í 1971 bygdi hann sær eini sethús í Gundadali og innrættaði sær ein bilverkstað í kjallaranum. Frá 1975-93 hevði hann egnan bilverksað har, hann hevði t.d. avtalu við Brøður Petersen, sum høvdu umboð fyri Volvo bilarnar, um service av teirra bilum, eisini umboðaði hann Brenderup viðfestisvognarnar. Hann hevði fólk í arbeiði, og fleiri lærdu til bilmekanikara hjá honum. Síðan hann gavst við bilverkstaðnum í 1993, hevur hann verið útróðrarmaður.
Meira ferðslutalvur
Jonhard er eisini kendur fyri síni avgjørdu sjónarmið um ymisk samfelagsviðurskifti. Hann hevur nøkur hjartasuff um ymiskar ferðsluspurningar. Hann heldur t.d. at allir bilar skulu hava loyvi at koyra 90 km/t á høvuðsvegunum, 80 km/t er ov lítið á okkara góðu landsvegum. Samstundis skulu vit hava fleiri ferðslutalvur, sum vísa mest loyvdu ferð. Sum t.d. tá vit koma til talvuna, "bygt umráði", skuldi ein ferðslutalva víst mest loyvdu ferð, so vistu øll tað, eisini tey fremmandu ferðafólkini sum koyra her. Hann heldur, at ferðafólk, sum koyra við egnum bili í Føroyum, eru alt ov illa upplýst um mest loyvdu ferðina.
Jonhard heldur eisini, at tað skuldi verið loyvt at koyrt við 60 km/t eftir teimum góðu og beinu vegastrekkjunum í býnum, har sum útsýni er gott sum t.d. eftir Marknagilsvegnum og yviri við Strond, 50 km/t er ov lítið. Jonhard heldur eisini, at avvarðandi myndugleikar áttu at sett spegl upp á teimum hættisliga megamótunum, har útsýnið er vánaligt, sum t.d. á vegamótinum Brattabrekka / Varðagøta, har má tann bilurin sum kemur út frá Brøttubrekku standa mitt á vegnum, um hann skal síggja um bilar koma frá vinstru niðan eftir Varðagøtu. Á sama hátt er úti á Viðarnesi á Vestaru Bryggju, við útkoyringina frá Statoil og Shell, har sæst einki til vinstru, eisini har hevði eitt spegl loyst trupulleikan.
Royndarkoyrikort fyri øll
Á vegamótinum Tjaldursvegur / Hoyvíksvegur er eisini eitt vandamál. Bilar, sum koyra á Tjaldursvegnum og skulu út á Hoyvíksvegin, mugu standa á gonguteiginum fyri at síggja teir bilar, sum koyra eftir Hoyvíksvegnum. Hetta heldur Jonhard vera sera óheppi, hann vísir á, at tað hevði verið munandi tryggari fyri fótgangaran, um gonguteigurin bleiv fluttur eina billongd longur inn á Tjaldursvegin.
Hann heldur lítið um at bilførarar, sum koyra út á ein høvuðsveg og nerta við ein annan bil, skulu upp til eftiransandi koyriroynd og hava ein treytaðan dóm upp á 3 ár hangandi yvir sær.
Jonhard sigur, at uppskot hevur verið frammi um at ungir dreingir millum 18 og 24 ár skulu fáa eitt royndarkoyrikort, tí teir eru atvoldin til teyu flestu ferðsluóhappini. Hann heldur, at tað er í ordan við einum royndarkoyrikorti, men so skulu øll í hesum aldursbólki byrja við einum royndarkoyrikorti, ikki pilka nøkur fólk burturúr. Annars heldur Jonhard at Ráðið fyri Ferðslutrygd skal koma aftur til sítt upprunaliga endamál, við at leggja meira dent á at upplýsa skúlabørn um vandan í ferðsluni.
Jonhard sigur, at um hesi vandamál í ferðsluni, ið hann hevur nevnt her, høvdu verið broytt, so hevði tað lætt um í ferðsluni bæði hjá teimum sum ganga og hjá teimum sum koyra. Øll í ferðsluni høvdu verði meira trygg. Hann vónar at avvarandi myndugleikar taka hetta til eftirtektar og loysa hesi vandamál sum skjótast.










