Tá ÍF í 1979 fyri higartil einastu ferð gjørdist føroyameistari í fótbólti, var ein av leikarnum á liðnum bretski David Jones.
Nú 25 ár eru liðin, síðani søguliga heitið kom til høldar, er David Jones farin at sókinast eftir teimum, sum hann tá var á liði saman við.
Hetta hevur hann gjørt umvegis eitt sonevnt forum á alnetinum, har føroyskur fótbóltur er eitt av evnunum. Higartil eru tað ikki so nógv, sum hava svarað fyrispurningi hansara, men hann sigur seg gleðiliga taka ímóti góðum orðum frá øllum fótbóltshugaðum føroyingum.
Slóðin til kjakforumið um føroyskan fótbólt er www.network54.com/Forum/26970, og til ber eisini at senda David teldupost á davey_jones54@hotmail.com.