Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku mansdeildini í hondbólti í dag.
Bæði liðini taptu, men persónligt gekk rættiliga væl hjá føroysku leikarunum.
Jónas G. Djurhuus gjørdist saman við Jens Kvist toppskjútti hjá FIF við sjey málum.
FIF tapti á heimavølli 33-37 fyri Skive. Tað gekk av skriðuni í fyrra hálvleiki hjá FIF. Í steðginum var Skive á odda 20-14.
Rógvi Dal-Christiansen gjørdist í dag saman við Oliver Pedersen næstbesti málskjúttin hjá Roskilde við fimm málum.
Roskilde tapti tepurt 27-28 fyri Skovbakken á heimavølli. Skovbakken var á odda 16-13 í steðginum.
Tá 110 sekund vóru eftir av dystinum var Roskilde á odda 27-26, men ólukkutíð skoraði Skovbakken tvey mál seinastu løtuna uttan, at Roskilde megnaði at svara aftur.
Anders Gade skoraði sigursmálið fyri Skovbakken tá tvey sekund vóru eftir á klokkuni.
| Nr. | Lið | Dystir | Stig |
| 1 | HØJ | 5 | 9 |
| 2 | TMS Ringsted | 6 | 8 |
| 3 | Skive | 6 | 8 |
| 4 | IK Skovbakken | 6 | 7 |
| 5 | Rækker Mølle | 5 | 6 |
| 6 | Ajax | 4 | 6 |
| 7 | Aarhus HC | 4 | 6 |
| 8 | FIF | 6 | 6 |
| 9 | Roskilde | 6 | 5 |
| 10 | Otterup HK | 6 | 5 |
| 11 | Team Sydhavsøerne | 5 | 4 |
| 12 | TM Tønder | 5 | 3 |
| 13 | Odder | 6 | 2 |
| 14 | Grindsted GIF | 6 | 1 |











