Jona er fødd í Æðuvik og er dóttur Sunnevu og Óla Hans.
Familjan flutti til Havnar, tá Jona var 11 ára gomul. Hon eigur tríggjar systrar: Jovina Højgaard og Henny Andreasen, sum báðar búgva í Havn, og Hanna Rasmussen, sum býr í Søldafirði.
Jona giftist við Herman Petersen úr Skálavík í 1962, og eiga tey 5 børn og
17 ommu- og abbabørn og 4 langommu- og langabbabørn.
Á ungum árum gjørdist Jona sjúk av epilepsi, og hevur hon verið merkt av tí líka til dagin í dag, men sterk sum hon. Hon hevur hildið hús og tikið sær av tí heimliga.
Hjartaliga tillukkku við degnum sum var 4. november og Harrans signing
framyvir.









