Jona er fødd í 1926 og Petur í 1919.
Foreldrini hjá Jonu vóru Nicolina og Jóhan í Lon í Nólsoy, og foreldrini hjá Peturi vóru Frida, sum var ættað úr Sandavági og Torbeins-Óli, sum var ættaður úr Vestmanna.
Tey eiga seks børn, Jógvan Torbein, Fridu, Sunnleif, Jon Olaf, Nicolinu og Jónfinn. Ommu-og abbabørnini eru 15 í tali og langommu-og langabbabørnini eru 5.
Petur fór ungur til skips og sigldi øll síni bestu ár. Undir seinna heimsbardaga sigldi hann vandasjógv eins og mangir aðrir føroyingar. Petur var eisini burtur av landi og róði út. Eftir at hann legðist uppi, arbeiddi hann í mong ár hjá Sandavágs kommunu. Hann var farin um tey sjeyti, áðrenn hann setti spakan seinastu ferð í kommunurnar drúgvu og trúgvu tænastu.
Jona hevur tikið sær fyrimyndarliga av húsi og heimi. Hon arbeiddi eisini í fiski, og í mong ár vaskaði hon Gamla skúla hjá Sandavágs kommunu. Jona hevur eisini tikið sær av øðrum vaskiarbeiði, eitt nú umborð á skipum.
Tey eru bæði gudrøkin fólk, og Petur letur ikki eitt høvi fara aftur við, har hann á sín sermerkta og vinarliga hátt ikki minnir fólk á, hvat tað er í hesum heimi, sum heldur, tá alt annað stendur at falla. Petur er ikki tann fanatiski maðurin, sum ger mun á, um hann er í eini ella aðrari samkomu. Tað, sum er umráðandi og avgerandi fyri hann, er, at fólk fáa at vita um Frelsaran – og taka við trúnni á hann.
Hansara lutur at kunna um Guds orð liggur ikki eftir, og trúfastur er hann frammi við bíbliuni ella einum faldara - allastaðni og altíð, har høvið býðst.
Familjunar vegna ynskja vit teimum ein góðan dag í dag og eina hugnaliga løtu leygardagin, tá dagurin verður hildin. (-vilmund)