Jón var besti skjúttin

Á fyrsta harudegnum í Nólsoy verða heiðurslønir lætnar til besta skjúttan, sum í gjár gjørdist Jón Jacobsen.

Á fyrsta harudegnum í Nólsoy verða heiðurslønir lætnar til besta skjúttan, sum í gjár gjørdist Jón Jacobsen.

 

Besti skjúttin er ikki neyðturviliga tann, ið skjýtur flestar harur, men tann ið skjýtur flestar harur við fægst skotum.

 

Tað var so í ár Jón Jacobsen, ið skjeyt fýra harur við fýra skotum.

 

Kenneth Olsen var annars tann, ið fekk flestar harur, nevniliga átta, meðan Karlot Hergeirsson fekk sjey.

 

Tað vóru annars 21 mans og skutu harur í Nólsoy í gjár, og tað komu tilsamans 61 harur til húsar, og tað er nakað oman fyri miðal gjøgnum árini.